Klaksvíkar kommuna hevur størstu nettoskuldina fyri hvønn íbúgva í Føroyum. Við árslok 2025 hevði kommunan 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Við 5.537 íbúgvum svarar tað til 64.800 krónur fyri hvønn [...] fyri hvønn íbúgva. Í Fuglafjarðar kommunu er nettoskuldin 42.800 krónur fyri hvønn íbúgva. Samlaða nettoskuldin hjá kommununum var 1,465 milliardir krónur. Býtt á teir 54.910 íbúgvarnar í uppgerðini svarar [...] milliónir krónur í nettoskuld. Vegna stóra fólkatalið svarar tað tó bert til 14.100 krónur fyri hvønn íbúgva. Fleiri kommunur høvdu onga nettoskuld við árslok. Millum hesar vóru Vestmanna, Hvannasund, Sumba, Kunoy
Føroya fluttu tvey fólk til Múla í juni. Tann 1. juli vóru tey skrásett at búgva í bygdini. Hetta er fyrstu ferð í góð tólv ár, at Landsfólkayvirlitið vísir fastbúgvandi fólk í Múla. Múli liggur norðast á [...] eystursíðuni á Borðoynni og er partur av Hvannasunds kommunu. Bygdin fekk vegasamband í 1989, men hevur í nógv ár verið uttan fastar íbúgvar. Við teimum báðum nýggju íbúgvunum er Múli ikki longur millum [...] bygdirnar við ongum fólki. Framvegis er eingin skrásettur at búgva í eitt nú Víkarbyrgi, Koltri og Nesvík. Tað samlaða fólkatalið í Hvannasunds kommunu minkaði tó við 12 fólkum seinasta árið. Minkingin stavar