gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist [...] fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, og landið hevur fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Har ganga í dag 71 [...] fyrispurning. Hon spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til
av hesum mátingum vísti, at rákið av atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi [...] Havstovan skrivar, at greining av hesum mátingum vísir, at tað mesta av tí djúpa sjónum serliga ferðast tvørtur um Ryggin í tveimum ávísum støðum miðskeiðis á Rygginum. Hetta er nýggj vitan um tað sonevnda [...] Rygginum, at tað djúpa yvirflotið fer tvørturum. Í báðum endum av Rygginum er hart rák av atlantsjógvi í ovaru løgunum, sum fer tvørtur um Ryggin á síni leið móti Arktis. Mátingarnar vísa, at samband er
átti heimavøll í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá B36. At ÍF átti heimavøll í Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt liðugt enn [...] brotssparki. Hetta var fyrsta málið í ár hjá 23 ára gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen var málskjútti. Og so var tað, at Martin Klein Joensen fór at gera um seg [...] mál, og ÍF vann 9-3. Stefan Djumic minkaði um munin til 5-1. Hetta var aðru ferð í ár, at 19 ára gamli Stefan Djumic var málskjútti í 1. deild í ár. Síðstu 25 minuttirnar vórðu skorað seks mál. ÍF skoraði
Í kvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan úr Póllandi á Tórsvølli. Hetta er sjálvandi treytað av, at leiguflogfarið hjá Lech Poznan lendir [...] lendir vesturi í Vágum. Lech Poznan hevur eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum Hóast KÍ ikki hevur tapt ein evropeiskan heimadyst síðani 2023, og teir hava sjey [...] sjey sigrar og tveir javnleikir í níggju teimum seinastu evropeisku heimadystunum, so hevur Lech Poznan eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. (Oddsini eru galdandi
borðið í Frelsunarherinum, og tað var ikki lukkuligt at missa nakað, ið hendi har. Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður [...] fari altíð at minnast títt ljósa smíl, tín vilja, framdriftina, kreativitetin og musikalitetin. Tú ert fyrimynd og inspiratión í mínum lívi og virki. Ikki øll vita, at tú byrjaði at spæla klaver [...] blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein kann ganga. Hvussu hetta var fyri teg, veit eg ikki. Men tú fekst til seinast ikki gingið, og tað visti øll; uttan tú. At renna dugdi tú tó heilt til endan
Tað merkir, at 85 prosent av bilunum koyrdu 64 kilometrar um tíman ella minni, meðan 15 prosent koyrdu skjótari. Hetta stendur í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu [...] fram, at bilar næstan dagliga yvirhála nærindis vegamótinum til Sandabrekkuna. Tað kann skapa vandamiklar støður, um ein bilur ætlar sær at snara til vinstru, samstundis sum ein annar bilur roynir at yvirhála [...] yvirhála. Ferðslutrygdarætlanin mælir til, at hámarksferðin verður sett stigvíst niður úr 80 í 60 og síðani 50 kilometrar um tíman, áðrenn komið verður inn í bygdina. Harumframt verður mælt til eina bremsioyggj
Skúlin hevði í skúlaárinum 2025 umleið 3.100 næmingar og 147 lærarar. Hetta er annar skottilburðurin á einum skúla í Thailand í ár. Í februar varð ein lærari dripin og ein næmingur særdur í einum skottilburði [...] staðnum. Ein 18 ára gamal næmingur sigur við Reuters, at hann fyrst helt, at talan var um fýrverk ella harðar brestir. – Eg helt í fyrstani ikki, at tað var ein byrsa. Tað komu nógv skot: bang, bang, bang [...] Jantararuangtong, sigur við Reuters, at bæði lærarar og næmingar eru millum tey deyðu. Skottilburðurin fór fram á Debsirin Nonthaburi School í Bang Kruai-økinum í Nonthaburi-landspartinum. Sambært løgregluni
livir í útlegd í India, sigur í einari fráboðan, at hann fer at biðja fyri øllum teimum, sum hava latið lív. Tibet hevur verið undir kinesiskum valdi síðani 1951. Eftir eina miseydnaða uppreistur í 1959 [...] Myndugleikarnir í Nepal hava skrásett 359 deyð eftir vanlukkuna, sum rakti marknaøkið mikudagin. Í Tibet eru trý fólk staðfest deyð. Tað upplýsa løgreglan í Nepal og kinesiskir statsmiðlar sambært tíð [...] USGS rapaði ein jøkul í Himalajafjøllunum undan skriðulopinum. Tað sendi eina ógvusliga skriðu av ísi og gróti niður gjøgnum ánna Lhende Khola í fjallalendinum við markið. ##med2## Hetta elvdi til skriðulop
forseti Bulgaria, sigur, at hetta vísir, at tað framvegis er trupult at finna og eyðmerkja dronur. Hann sigur, at trygdin nú verður styrkt á fleiri strategiskum støðum, og at eftirlitið fram við bulga [...] málaráðnum sigur við AFP, at Ukraina er í sambandi við bulgarsku myndugleikarnar fyri at fáa greiðu á hendingini. – Vit kunnu við vissu siga, at ukrainsku herdeildirnar ikki við vilja hava beint nakað [...] fyrstu kanningarnar á, at talan var um eina dronu av einum slagi, sum ukrainski herurin vanliga brúkar. Myndugleikarnir hava tó onga orsøk til at halda, at dronan varð send inn í Bulgaria við vilja. Ein
Motsepe. Hann vísir á, at nógv afrikonsk fótbóltssambond eru bundin at fíggjarligum stuðli frá FIFA gjøgnum menningarætlanina FIFA Forward, og at hetta kann gera tað torført at leggja seg út ímóti FIF [...] dunum hava enn ikki alment tikið støðu. UEFA og norður- og miðamerikanska fótbóltssambandið CONCACAF hava bæði gjørt greitt, at álitið á Infantino er farið eftir stríðið um ætlanina at selja partar av [...] kravt, at Infantino skal fara frá. Sambært Buster Emil Kirchner, sum hevur serkunnleika til afrikanskan fótbólt, kann tøgnin frá CAF hava samband við tættu bondini millum Gianni Infantino og forsetan í CAF