danskt og gevur seg út fyri at vera løgreglumaður. Hann sigur seg hava innlit í kontur og peningaflytingar hjá viðkomandi. Fleiri av kontuupplýsingunum, sum hann nevnir, eru eftir øllum at døma rættar, og tí [...] tí kann frágreiðingin ljóða álítandi. Svindlarin kann millum annað siga, at onkur er í ferð við at stovna eitt lán í navninum hjá tí, sum verður uppringdur. Samstundis heitir hann á viðkomandi um ikki at [...] Har hava fólk í summum førum mist sera stórar upphæddir – eisini arv og milliónaupphæddir. Løgreglan leggur dent á, at fólk ongantíð skulu flyta pengar eftir boðum frá einum ókendum persóni í telefonini.
verða orsaka av næmingum og starvsfólkum, so koma hesar avbjóðingar at fylla nærum alt í skúlanum í rúma tíð og ávirka øll. Og tað er ikki so løgið, um hvørt starvsfólk telur kanska 15 - 25% av samlaða s [...] eftir at koma í ein størri skúla. Hetta hevur viðført stóra útskifting av leiðslum í smáu skúlunum, sum ikki er skilagóð. Umstøðurnar at leiða lítlan skúla eru eisini avmarkaðar, tí skúlastjóri í lítlum skúla [...] meg, um vit eru fleiri saman. Í smærru skúlunum er vanligt, at 2 -3 árgangir eru í sama flokshøli, tí næmingagrundarlagið er so lágt. Tað verður mangan sagt vera avbjóðandi. Í størri skúla eru fleiri starvsfólk
Tað gekk sum eftir ánni hjá heimaliðnum, tá ið FC Suðuroy á ljósfestini í Vági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Eftir snópisligt 1-0 tap á útivølli ímóti FC Hoyvík fyri einari viku [...] á, áðrenn 10 minuttir vóru farnir, og í síðsta minutti setti hann punktum, tá ið hann skoraði til 6-1. Vágbingar skoraðu øll málini, tí tað var Fríði Holm, sum í ár spælir við EB/Streymi, sum kløkkaði [...] áðrenn Dánjal Godtfred setti punktum. 30 ára gamli Dánjal Godtfred hevur ikki verið so drúgvur á liðnum í ár, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Nú hevur hann skorað fimm mál. Næsta uppgávan hjá FC Suðuroy
hevur í nógv ár verið føst siðvenja hjá útlendingamyndugleikunum, at fólk í hesum bólkinum kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár. Tey skulu í einari [...] ávísum stigi. Eingin málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Annar bólkurin er útlendingar, sum eru komnir til [...] , kunnu eftir umsókn fáa varandi uppihaldsloyvi, tá teir hava búð lógliga í Føroyum í meira enn trý ár. Í hesum førum verða í dag eingi krøv sett um føroyskan málførleika. Tað er tó ein grundleggjandi
FSF skrivar: - Í Klaksvík eru tey sjálvandi spent til steypafinaluna, og í býnum verður ikki tosað um stórvegis annað enn dystin ímóti Víkingi leygarkvøldið. Ein av teimum, sum í nógv ár hevur sæð mest [...] hjá KÍ, er Jan Nón Bjartalíð. FSF varpið hevur tosað við KÍ-fjepparan, sum heldur at KÍ er favorittur í finaluni. HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-varpið hevur havt við Jan Nón Bjartalíð: ##med2##
framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar [...] fyri landið. Vísti á søguligar ósemjur Í røðuni umrøddi forsætisráðfrúan eisini fleiri av stóru ósemjunum í íslendskari søgu, millum annað kristningina, ófriðin í Sturlungatíðini og trúbótina. Ósemjurnar [...] um, Guðrún Hafsteinsdóttir, segði í sjónvarpssendingini Silfrið hjá RÚV mánadagin, at fólkið var fullkomiliga kloyvt í málinum. Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini. Hon heldur tvørturímóti
hjá Nato í Arktis sum eina beinleiðis hóttan móti trygdini í landinum. Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í einari grein, sum russiska uttanríkisráðið kunngjørdi mánadagin. Í februar [...] Arctic Sentry í verk. Endamálið er at styrkja trygdina í Arktis og økja um hjáveruna hjá verjusamgonguni á leiðini. Russland, sum hevur ein stóran flota við millum annað kjarnorkuvápnaðum kavbátum í Arktis, [...] við samskipanini av hernaðarligu hjáveruni í øllum Arktis. Hetta verður gjørt við amerikanskari undirtøku og kann tí síggjast sum ein roynd at ganga stúranini hjá Trump um trygdina í Arktis á møti. Danmark
Leyen, forkvinna í ES-nevndini, legði í dag fram eina ætlan um ES-íløgur fyri 200 milliónir evrur í Grønlandi. Tað svarar til umleið 1,5 milliardir krónur. Við íløgunum rættir ES nú av álvara hondina út [...] spurningin um møguligan limaskap upp undir ES-vitjanini í gjár og í dag. Í oktober 2025 segði hann tó: – Vit standa ikki á gáttini til at gerast limir í ES. Men vit standa heilt greitt framman fyri einum størri [...] Jozef Síkela, ES-nevndarlimur í altjóða samstarvi, varð undir vitjanini í Nuuk spurdur um møguligan grønlendskan ES-limaskap. – Tað er upp til grønlendska fólkið at gera av, segði hann við Ritzau. – Okkara
EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í landskappingina eftir dystirnar í Europa og nakrar frídagar. Heimamenninir í EB/Streymi [...] heimahálvuni. Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1. Tá vóru tríggir minuttir av seinna hálvleiki farnir. Kaj Leo í Bartalsstovu, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, átti uppleggið, men heimamálverjin eigur [...] Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið. Sum tað leið fram ímóti dystarenda, legði heimaliðið nógv fyri í royndini at javna,
hópdrápið í Srebrenica í Bosnia-Hersegovina, har umleið 8.000 bosniskir muslimskir dreingir og menn vórðu dripnir í juli 1995. Mladic gav eisini boð um kringsetingina av Sarajevo, sum vardi í umleið 40 mánaðir [...] lívstíðardóm í Haag í Niðurlondum fyri fólkamorð, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini undir krígnum í fyrrverandi Jugoslavia frá 1992 til 1995. Hann varð millum annað dømdur fyri leiklut sín í hópdrápið [...] fyrrverandi Jugoslavia, ICTY, eftirlýsti Ratko Mladic í 1996. Men tað eydnaðist honum at halda seg fjaldan í 15 ár. Ikki fyrr enn í 2011 varð hann handtikin. Í 2017 varð hann dømdur fyri fólkamorð, krígsbrotsverk