Góða Ulrike, Tað eru mong ár síðani, at eg av tingsins røðarapalli nevndi teg sum ein granskara, ið Føroyaland hevur so nógv at takka fyri, at vit áttu at borið tær ein almennan heiður. Tað fært tú vónandi [...] – á føroyskum við týskum máltóna. Tú leitaði eftir føroyskum fakorðum, eitt nú kveiki fyri enzym. Ulrike, eg eri ikki dagførd við øllum tí, tú hevur gjørt hesi seinastu árini, men eg veit, at tú hevur borið [...] so sleppast kann undan stórari líðing. Hetta eru dýrgripir, ið illa kann rindast fyri. Tit bæði – Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta góð og tøtt bond