plássið frá sandoyingum. Soleiðis verður tað ikki, og nú fyrireika tey í B71 seg stóru uppgávuna, sum tað í 2027 verður aftur at spæla í Meistaradeildini. Tað kann væl vera, at uppflytingin verður staðfest [...] Í dag vunnu sandoyingar 3-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík, og nú tað resta átta dystir av hesum kappingarárinum, eru 47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika [...] skrivaði B71 undir sáttmála við ein nýggjan danskan spælara. Hann er 25 ára gamal og eitur Nicholas Sejr. Tvær tær undanfarnu ferðirnar er hann skiftur inn. Í dag var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu
alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða [...] nú skuldi henda við mammu. Síðani hava tað verið vit, sum hava tikið stigini. Og tað fær meg at spyrja: Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi [...] kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga stórt stig. Sjálvandi skal svarið ikki vera tvingsil. Men tað má finnast okkurt millum tvingsil og onga hjálp. Tá familjan er tr
einu ferðina kitlaði bólturin handara stólpan eftir innlegg úr høgru. Hjá AB er tað kærkomið, at málverjin Jesper C. Sørensen er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri mánaðir hevur verið skaddur. Eftir steðgin [...] og FM favorittur. Nú er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum í annaðkvøld fær vitjan av EB/Streymi. Argjamenn vóru ikki komnir til Runavíkar at vera í egnum brotsteigi í vón um, at tað skuldi eydnast at vinna [...] Henriksen og Gunnar Reynslág, vóru í vár ofta millum teir fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi komast av, at onkrir, sum eru á markinum til at verða leikbannaðir
senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi fríggjadagin 2. oktobur. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð [...] Sinnisbati skrivar, at endamálið við virðislønini er at heiðra ein persón, átak ella felagsskap, sum hevur varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak, tiltak ella onkur, sum [...] serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu virðislønina. Oddvør fyri hennara góða og
morgni til klokkan 20:00 á kvøldi! Hví er Varðin farin undir brekking og uppfylling av sjóøki, um óvissa er um byggiloyvið? Fyri okkum í Liviligum korum, er tað søtur tónleikur at hoyra frá sjálvum ne [...] byggiloyvi er givið, og at hetta er tengt at úrskurðinum í sakarmálinum millum Livilig kor og Føroya Kærustovn. Hví spyr journalisturin ikki beinanvegin nevndarformannin í Varðanum, hví verkætlanin er farin [...] í 7 mánaðar uttan at nerta tað við eini eldtong. Hví var so hendan “søgan” frammi í KVF mitt í summarfrítíðini? KVF bar nýliga tíðindi um ættarliðskifti hjá Varðanum. Er tað í hesum sambandi, at áhugin
undirhagin higartil hevur fingið frið, og at tað hevur stóran týdning fyri bæði seyð og fuglalív. – Tað er har, seyðurin liggur, tá hann skal hava frið, og tað er har, fuglurin reiðrast, skrivar festarin. [...] flutt til Kvívíkar, er ravnurin nærum horvin, og meira lív er komið aftur í hagan. Sambært festaranum hava ongantíð verið fleiri villgæs, lómar og spógvar í økinum enn nú. Eisini er havhestur farin at halda [...] eftir øllum at døma er slept, verður arbeitt við at finna aðra staðseting. Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum
triðbestu deildini. Country er tað minna hondbóltsfelagið í Skövde. Country slapp undan dystarbyrjanini at skjóta seks brotskøst, og eydnaðist tað teimum at leggja seg á odda 6-0. Hetta er nakað svenska hondb [...] handikapp-málini hjá Country hevði ikki verið tann nógvi spenningurin í dystinum. Tað vóru 1.572 áskoðarar til dystin, ið er met fyri ein heimadyst hjá Country. Komandi leygardag klokkan 14 verður returdysturin
als ikki øllum. Her er tað serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning [...] týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka [...] sum byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra og ikki minst gera mistøk. Tað er júst á hendan hátt, at tey vaksa. Foreldur hava sjálvsagt høvuðsábyrgdina av uppalingini. Men tá
bert vísa per. 1. juli enn, tá tað búðu 1.811 fólk í kommununi, so kundi umsitingin í dag staðfesta, at tað per. 1. september 2026 búgva 1.831 fólk í Sunda kommunu. Hetta er ein vøkstur á 57 fólk, síðan [...] tíðina. - Baksíðan á medaljuni í metsølu av grundstykkjum er, at tørvurin at útvega fleiri grundstykkir í kommununi er átroðkandi. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, hevur góðar skúlar, stovnar og frítíðar- [...] - Lyklatøl staðfesta, at áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum
hann er ein framúr góður persónur. Hann er til stóra gleði, og er góður fyri hópin. Hann er gull av einum manni. Tað verður torførari at siga farvæl við persónin, Gunnar enn fótbóltsleikarin, Gunnar. Sigur [...] Gunnar er ein tann besti verjuleikarin í bestu íslendsku deildini. Ja ein tann besti nakrantíð. Heitini sum hann hevur vunnið við liðnum, góðu avrikini sum hann leggur fyri dagin, og so eisini tað, at hann [...] Tað liggur á ljóði, at Gunnar Vatnhamar spælir við Víkingi Reykjavík til endan av august. Tá vita víkingarnir um teir hava vunnið seg í deildarspælið í Conference League ella ikki, og tá byrjar eisini