tvílæraraskipanin skal vera ment. Vit fegnast um hesa áseting og eru vís í, at ein íløga í tveir lærarar í hvønn flokk fer at løna seg aftur fleiri ferðir. Hetta skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya [...] lærara, og um lærarin hevur tíð til flokkin og einstaka næmingin, so hava næmingarnir góðar umstøður at læra, búnast og trívast í flokkinum. Vit vóna, at samgongan skjótt ger álvara av at víðka um tvílæra [...] einsamallur við næmingum. Og tá 21 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum tveir tímar um dagin. Lærarafelagið mælir til, at tveir lærarar eru í flokkinum allan skúladagin, og at skipanin verður
lógaruppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni vísir, at bátarnir hava [...] Síðani varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er [...] Teir bøta bert um ein part av muninum. Semjan í arbeiðsbólkinum varð sett til viks Tað er rætt, at 20 prosent skerjingin í 2024 varð gjørd eftir einum serligum tilmæli frá Havstovuni um at endurreisa
verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av Europa. Um útgávuna greiðir Eivør soleiðis frá : “Hendan útgávan stendur hjarta mínum [...] konsert á skránna tann 16. oktober. Atgongumerkini til hesa konsertina kunnu nú keypast á NLH.fo Hetta verður fyrsta konsertin í longu konsert røðini, ið liggur fyri framman í sambandi við nýggju útgávuna
minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, var spurningurin, um tað fór at eydnast heimaliðnum at skora sigursmálið. Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B68 skoraði 2-1 sigursmálið [...] ið teir á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt [...] odda. Álopið var í høgru, og uppleggið átti miðverjin Jónas Prior. Nú eiga vágamenn at iðra seg illa um, at teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt
hjá føroyskum filmi og hevur nú gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028. Hetta skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi. Við avtaluni letur Betri samtakið 2 milliónir krónur til føroyskar [...] føroyska filmsumhvørvið komandi árini. Nýggja avtalan byggir víðari á samstarvið, sum byrjaði í 2023, um menning av føroyskum filmum og filmsverkætlanum. Síðani tá hevur stuðulin verið við til at skapa nýggjar
leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini [...] døming, ið viðmerkjarar eru samdir um, var púra skeiv. Føroyska álopið kom spakuliga ígongd, men gekk spælið nógv innyvir miðjuna og pakkaðu norðurmakedonar væl saman um Boas á Skipagøtu, Jónas Fossabrúgv [...] byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga væl um miðjan hálvleik, har okkara hálaðu 7 mál inn og komu uppá javnt, 26-26, eftir 46 minuttir. Føroyar
bummgjøldum. Koyrandi í Kalsoynna um fýra ár Um viji er at fremja verkætlanina, ber til at fara undir at bora í morgin, sum ein annan dag. Tá verður koyrandi í Kalsoynna um fýra ár. Hundratals milliónir eru [...] setti landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jacob Vestergaard spurningin, um Norðoyatunnilin kann byggja Kalsoyatunnilin. Hetta er ein gongd leið. Tunnil sum rekur Norðoya- & Vágatunnilin, eigur yvir 100 [...] mió á bók, og krevur við verandi prísum millum 10 og 15 mió ov nógv inn í bummgjøldum árliga. Um lógini um Norðaoyatunnilin verður broytt soleiðis, at heimild verður givin at byggja Kalsoyartunnil, og
Højsted at hugleiða um ymiskt. Klokkan 15 fara brandmenn at sýna fram brandbilin uttanfyri Virkið, og klokkan 16 verður barnaundirhald við Angelu og Hannibal í tjaldinum, og hetta verður ein góð løta fyri
hvat nýggja skipanin fer at kosta Landsstýrismaðurin kann tó ikki siga, um nýggja skipanin verður bíligari. – Tað er ilt at meta um, hvør kostnaðurin verður av at fyrisita landsins bygningar og bygging, [...] Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Hon hevur spurt um byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki í sambandi við ætlanina at býta verandi byggideild [...] hava verið nóg greið. Í verandi skipan hava aðalráðini ábyrgdina av verkætlanunum og biðja Løgtingið um pengar, meðan Landsverk er byggiharri. – Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg
tískil, um tað eru aðrir, sum hava lagt hetta til merkis í summar. Tað eru fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá manninum, sum fiskar við ferðafólki, og tað eru eftir øllum at døma fleiri, sum vita um lús á [...] Ein maður, sum regluliga fiskar við ferðafólki, spyr á sínum Facebook-vanga, um aðrir, sum fiska tosk, hava lagt til merkis, at toskurin er fongdur við lús. - Havi lagt til merkis, at toskurin í summar