tað eru fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum síðstu umførunum vinna fimm stig fleiri [...] bríkslaði fyri brotssparki til gestirnar, og miðverjin Markus Hellisdal var púra tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at 23 ára gamli Markus Hellisdal var málskjútti í ár. Fyrra [...] og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri hjá toftamonnum at skava nøkur stig saman, men tað er eisini møguleiki fyri, at toftamenn ikki fara at vinna úrtøku, og at teir harvið vera sera tætt
aftan fyri stongdar dyr. Tí fari eg at spyrja teg: Hví skal Facebook sløkkjast, áðrenn øll kortini eru komin á borðið? Hvat er tað, tit í samgonguni eru so bangin fyri at fáa fram í ljósið? Ikki allir [...] okkurt ikki tolir dagsins ljós, so er tað kanska júst har, vit áttu at spurt eitt sindur meira. Eg eri ikki áhugað í at velja síðu fyri rossafólk ella súkklarar. Eg eri gongufólk. Eg eri uppvaksin í Havn [...] hevur gjørt eitt mistak. Eg havi heldur ikki áhuga í at vinna kjakið. Eg havi áhuga í, at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni
Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur í minniluta og ávarar um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Vinnunevndin hevur nú skrivað álit í uppskotinum um 750 serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri fiskiárið [...] stórvegis ávirkan uttan fyri bólk 5 B. Vilja hava 150 kilo sum minstamark Meirilutin heldur tó, at fleiri lýti eru í skipanini. Millum annað verður mælt til, at ein avreiðing skal vera í minsta lagi 150 kilo [...] landsstýrismaðurin biðin um at hækka markið á 200.000 krónur í avreiðingarvirði fyri at verða flokkaður í bólk 5 A. Eisini markið á 150.000 krónum fyri aðra arbeiðsinntøku eigur sambært meirilutanum at verða
punktum fyri landskappingina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda øðrvísi um hálvan triðja mánað, enn tað nú ger, um B71 ikki í 2027 aftur fer at spæla í Meist [...] síðani hann fyri stuttum flutti úr Danmark og til Føroya og B36. Heini Guttesen hevur skorað fýra mál í 1. deild í ár, og 16 ára gamli Filip Laursen var í kvøld fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild. Hinir [...] EB/Streymur er aftast við 7 stigum. Í Gundadali vann B36 í kvøld grannauppgerðina ímóti HB 3-0. B36 er á fimta plássi við 23 stigum, og HB er á áttanda plássi við 17 stigum. Í fyrra hálvleiki skoraðu Magnus
vinnulívsmenn. Í vinnulívi gongur upp og niður, og mangan mundi leika hart á, ikki minst í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og tá ræður um at standa sum drangur í brimi, og ikki falla í fátt. Og Heri hevði [...] oyggin, skal bera ávøkst. Fáur vinnulívsmaður hevur skapt so nógv arbeiðspláss í Suðuroynni í 80’unum og 90’unum og fyrst í hesi øldini, sum maðurin, ið okur her heiðra. Nevast kunnu smoltstøðin í Víkarbyrgi [...] Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið á Tjørn og seinni á Polarfrost. Roykivirkið í Porkeri, smoltstøðin í Grønadali, aling á Vatnsnesi, sjóaling í Øravík og í Froðba. Nógvar familjur fingu til lívsins
at talið av virknum bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum [...] hevur verið illa fyri í nógv ár. Gýtingarstovnurin er framvegis undir ásetta lágmarkinum, meðan veiðilutfallið er oman fyri hámarkið í veiðiregluni. Í eini slíkari støðu eigur veiðitrýstið ikki at verða økt [...] allir fiskidagar í bólki 5 vórðu brúktir í 2025. Meginfelagið heldur, at bólkur 5 B ikki er nakað einaumboð fyri útróðrarvinnuna, men í stóran mun er mannaður við frítíðarsiglarum, sum ikki hava útróður sum
roynd í rættarskipanini, skriva uppskotssetararnir. KRIS eigur at verða við Í viðmerkingunum verður dentur lagdur á, at nýggja heildarætlanin eigur at verða gjørd í tøttum samstarvi við KRIS, sum í nógv [...] Eiriki í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámali Peturi í Grund. Løgtingið verður biðið um at heita á landsstýrið um at gera eina heildarætlan við ítøkiligum átøkum fyri, hvussu [...] hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta, so kynslig brotsverk ikki fyrna, men
seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða fólk um ikki at koma ov nær, og ikki røra við. Merkti einki lív í búkinum Í 2015 var Johanna Lindenskov Joensen [...] av Guds náði. Hon er sjónlig har sum hon er, tímir ikki at sita í frið, spyr og svarar alt í senn. Katrina er væl fyri á summum økjum, og verri fyri á øðrum, og tí er týdningarmikið at lærarar eru fyrireikaðir [...] eitt ára gomul, var hon ikki búgvin at fara í vøggustovu, og fekk eisini staðfest hjartafeil. Johanna var tí heima við dóttrini í eitt ár afturat. Katrina bleiv operera og hevur ikki longur hjartafeil. -
við í lógararbeiðið frá fyrsta degi, og at øll lógaruppskot verða mett í mun til skyldurnar, sum sáttmálin ásetir. – Tað er ikki nóg mikið bert at staðfesta, at eitt lógaruppskot er mett at vera í samsvari [...] styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, rættartrygdina og rættindi í føroyska samfelagnum, sum heild. Brekrættindasáttmálin eigur ikki bara at verða nevndur – hann eigur at verða framdur í verki. – Føroya Løgting [...] Soleiðis skrivar Brekumboðið í morgun. Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið. – Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin
sum skipar fyri Ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka [...] á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja spæliplássinum Leikalund, sum nólsoyingar eru farnir í holt við at byggja, og á frálíka sandinum [...] spæla frítt. Í kirkjuni verður morgunsangur og ikki færri enn tríggjar kórkonsertir, umframt andakt fríggjakvøldið og guðstænasta sunnudagin. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur