fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum [...] loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera [...] er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin
vinnulívsmaður hevur skapt so nógv arbeiðspláss í Suðuroynni í 80’unum og 90’unum og fyrst í hesi øldini, sum maðurin, ið okur her heiðra. Nevast kunnu smoltstøðin í Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið [...] vinnulívsmenn. Í vinnulívi gongur upp og niður, og mangan mundi leika hart á, ikki minst í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og tá ræður um at standa sum drangur í brimi, og ikki falla í fátt. Og Heri hevði [...] Vestergaard í Lágabø og Rúna í Lágabø. Marita og Rúni hava í eini 35 ár staðið á odda í hesum felagsskapi, og hava hesi árini somuleiðis verið primus motor, tá flaggdagshald ella grækarismessuhald eru í Vági
tilfeingi úr arktiska økinum. Í Føroyum varð innleiðandi umfarið í AYC 2026 lagt mitt í rokanum á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Kokkaskúlin á Tekniska Skúla í Klaksvík (TSK), har tað í dag ber til at taka alla [...] týðandi leiklut í at finna nýggjar mátar at gagnnýta tær. Nú bíðar finalan í Íslandi Við sigrinum á Sjómannadegnum skal Lassi H. Klein nú umboða Føroyar í AYC-finaluni í Íslandi fyrst í 2027. Har møtir [...] miðdepilin. Í kappingini skuldu kokkarnir arbeiða við føroyskum rávørum og serliga vísa, hvussu rávørur, sum í dag eru undirnýttar, kunnu fáa nýtt lív í nútímans matgerð. Dentur varð lagdur á føroyska matarsiðvenju
Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar. Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum [...] umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe [...] drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin. Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini
og ikki eru ov søtar. Hon hevur lært nógv av at vera við í sendingini. - Eg eri blivin betur til at baka, og havi roynt ymiskt. Gav mammu síni eitt lyfti Anna Røskva hevur sæð allar tær undanfarnu se [...] troyggjan hevur stóran týdning fyri Annu Røskvu, var hon eitt sindur bangin fyri at baka í henni, skuldi okkurt komið uppá hana. - Men eg hugsaði, hvussu ofta fái eg hendan møguleikan? At vera í troyggjuni [...] køld, tí tað var kalt í teltinum í apríl, tá fyrstu upptøkurnar blivu gjørdar. - Hini vóru køld, men hjá mær var passaligt. Nógvur spenningur Tað var nakað serligt at vera við í sendingini. Hetta er 15
súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok, so venja Pauli og Kostas javnan saman í súkklufelagnum í Eysturoy, Troy. Ynskir Troy at fáa bæði í posa og sekk, so er ikki óhugsandi at finalan í morgin verður koyrd [...] spæla Pauli og Bergtór kortini rætt í morgin, so verður hetta allarhelst endaligu plaseringarnar. Kostas hevur í vikuni barst við at sleppa av við krímið, sum hevur argað síðan 1. etapu. Vinnur hann tann [...] traðkast, og kom á mál sum 4. maður, í 4. etapu. Sera flott hjá unga strandinginum, sum kom á mál sjey sekund frammanfyri EM vinnarin í Ironman, Andrass Joensen. Finalan Í morgin verður 5. og seinasta etapa
Aina var alt 1934 her og inni í 1935, har hon undirvísti í veving, áðrenn hon í 1935 fór heimaftur. Bertil Nordstöm, sum var systkinabarn Ainu, kom við henni úr Svøríki í 1934 at hjálpa henni. Hann var [...] vóru: Annika í Garði, Ása Hansen, Birgit Mohr, Dagmar í Heiðunum, Guðrun Olsen, Guðrun Mohr, Jacobina Heinesen, Malan Holm, Marin Katrina Frýdal og Unnur Jensen, lótu sera væl at umstøðunum í Klaksvík, og [...] tær høvdu verið her. Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum var leiktur á Torradøgunum í 2008 – hetta eisini í sambandi við, at kommunan fylti 100
nógv er hent seinastu árini: SEV hevur vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) – umframt vatnorkuverkini [...] seinkað. Tað eru í sær sjálvum ávaringarmerki um, hvussu skjótt útbyggingar kunnu steðga upp. Magn hevur reist seks Enercon-myllur í Flatnahaga, hvør upp á 3,0 MW – tilsamans 18 MW. Vindrøkt hevur seks Vestas-myllur [...] tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við
dagar eru meira hendingaríkir enn aðrir. Í ár kundu vit kvinnur, sum vóru á Vinding Husholdningsskole í Danmark í 1966, hátíðarhalda hesi seksti árini í Føroyum í døgunum, 19.-24. juli. Soleiðis siga Kims [...] orð við um donsku vitjanina í Føroyum í summar. Vitjanin hevur røtur aftur til tíðina, tá tær báðar vóru á húsarhaldsskúlanum í Danmark, og øll hesi mongu árini síðan hevur vinalag og samband verið teirra [...] bygningarnir, sum í dag vera settir í samband við Vinding Landbo-og Husholdningsskole, eru frá Vinding Højskole, sum varð grundlagdur longu í 1867. Skúlin er nógv broyttur gjøgnum árini, og í dag kallast hann
senda eina kærleiksávaring til fólk okkara um at taka við ávaring. Tað, sum vit velja her í lívinum, fer at avgera, hvar vit verða í ævinleikanum – heima í Himli ella í fortapilsinum. Gud hevur gjørt alt [...] at Gud skapti okkum við øllum hesum áðurnevnda, sum býr í okkum í dag? Nei, tá ið Gud skapti menniskjuna, búði einki slíkt í henni, tí vit lesa í 1. Mós. 1,31: ”Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – [...] til og liva alt tað út, sum í okkum býr, og umbera okkum við, at ”soleiðis eri eg skaptur”? Eingin fer niður í eldsjógvin ”Í Guds ríki eiga øll rúm, og nei, ongin fer niður í eldsjógvin til illamann.” (Ó