verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardygdargjaldið skal takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki. Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun, segði Jørgen Niclasen [...] hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella verið viðgjørt í samgonguni, sigur hann. Hann vísir á, at ferðavinnulógin varð samtykt undir undanfarna landsstýrinum í semju millum samgonguna og Sambandsflokkin
og seta fleiri sjúkraflutningsfólk, eisini í Vágum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hann á, at sjúkraflutningur er ein grundleggjandi partur av føroysku tilbúgvingini, og at borgarar kring landið [...] Miðvági stendur ómannaður, og at eingin sjúkraflutningsvakt er tøk í Vágum. Er tað rætt, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri tilbúgvingina í einum øki við fleiri enn 3.000 íbúgvum og við Vága Floghavn
(SSO) á HF, og skúlar verða eggjaðir at lata næmingar gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum. – Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein [...] felagið um, at allir skúlar nú kunnu fáa somu skipan fyri eftirliti undir próvtøkum. Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal [...] sína miðnámsútbúgving. Fleiri kanningar og frágreiðingar hava í seinastuni víst á, at hetta hevur havt neiliga ávirkan á skrivligu førleikarnar hjá næmingum.
byrjan, har Danmark legði seg á odda 6-0. Men okkara fótaðu sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan dystinum [...] Føroyum longu tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni, men teir tóku als ikki lætt upp á uppgávuna móti Føroyum. Danmark var á odda 16-13, og teir megnaðu at halda eina frástøðu allan seinna hálvleik. Danmark [...] fleiri dómaraavgerðir við sær, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá okkara lættari. Føroyar endaðu á einum triðja plássi í millumbólki 3. Danmark vann bólkin við seks stigum, Spania hevur fýra stig, meðan
umsorgan fyri tí, tey kenna. Tí eiga vit at skipa so fyri, at fólk fáa tættari samband við náttúruna, sigur Magnus Gaard. Hann vísir á, at lívfrøði fyrr í størri mun fór fram úti í náttúruni, har næmingar [...] tí hon á mangan hátt líkist okkara egna lívi, sigur lívfrøðingurin. Útsagnirnar vórðu bornar fram í fjórða parti av útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti , sum Kringvarpið hevur sent um trýstið á føroysku [...] lívfrøðingurin Magnus Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti hjá Kringvarpinum leggur dent á, at náttúrukunnleikin hjá børnum eigur at styrkjast. Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin
uttanríkismálaráðnum sigur við AFP, at Ukraina er í sambandi við bulgarsku myndugleikarnar fyri at fáa greiðu á hendingini. – Vit kunnu við vissu siga, at ukrainsku herdeildirnar ikki við vilja hava beint nakað [...] rumenskari kompressarastøð við somu leiðing. Sambært bulgarska verjumálaráðnum benda fyrstu kanningarnar á, at talan var um eina dronu av einum slagi, sum ukrainski herurin vanliga brúkar. Myndugleikarnir hava [...] at tað framvegis er trupult at finna og eyðmerkja dronur. Hann sigur, at trygdin nú verður styrkt á fleiri strategiskum støðum, og at eftirlitið fram við bulgarsk-rumenska markinum verður økt. Leveringin
Hetta var sætti sigurin á rað hjá Lukasz Cieslewicz og hansara monnum. HB er nú á triðja plássi við 33 stigum. Tað er eitt stig aftur til Víking, sum seinni í kvøld fer at spæla á Skála, og tað eru trý stig [...] HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir ikki vunnu greiðari sigur, og teir á B68 liðnum hava orsøk til at vera nøgdir við, at teir ikki [...] bjargaði B68 miðverjin Aron Reinert Hansen á málstrikuni. B68 er undir niðurflytingarstrikuni, og um eina viku verður lykladystur í botnstríðnum, tá ið toftamenn fáa vitjan av Skála ÍF. Næsti dystur hjá HB
sum varð skiftur inn fram ímóti endanum á fyrra hálvleiki. Síðani venjaraskiftið hevur FC Hoyvík vunnið tríggjar dystir og tapt tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey [...] Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður og fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið
spent upp á túrin hjá Ova Joensen, og hvussu mong eisini trúðu upp á Ova tá, sigur Birgir Andreasen. Tað eru nú 40 ár síðani Ove Joensen, eftir 41 strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie [...] skrivaðu í bók teirra um Ova Joensen í 1989, verði eg mintur á, hvussu nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir [...] Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag, men henda
bygdina Taybeh sum stongt hernaðarøki fyri fólk, ið ikki búgva har. – Fáa vit eina einastu fráboðan um brot á boðini, verða IDF-hermenn sendir á staðið. Teir fara at spjaða mannamúgvur og afturhalda illgrunasom [...] fáu kristnu bygdunum, sum enn eru eftir á Vestara áarbakka. Fleiri vesturlendsk lond hava mælt til revsitiltøk móti ísraelskum niðursetubólkum orsakað av álopum á palestinar. Í juni forðaðu ísraelsk ni [...] hava dripið, sært og rikið palestinar frá heimum sínum á Vestara áarbakka. Ísraelska sendinevndin í Genève hevur víst niðurstøðunum aftur. Hon vísir á, at ísraelskir myndugleikar fleiri ferðir hava fordømt