Hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum ynski er um at gera nakað við. Millum annað varð hugt eftir fríøkinum, veitunum og brandhúsinum. Eisini vórðu viðurskifti sum gøtur, benkur, ruskinnsavnan, útstykking [...] røkt av bygdini, ferðafólk og ferðslu. Ein góður dagur, har borgarstjórin fekk eitt betri innlit í, hvat rørir seg millum fólk í Kirkjubø, og fólk fingu høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur
festivali hevur verið óvanliga stórur, og nú verða ikki fleiri vikuskiftispass seld. Eitt avmarkað tal av dagsbillettum verður selt við dyrnar. 200 dagsbillettir verða seldar til fríggjakvøldið og 200 til [...] við dyrnar. Dagsbillettirnar til leygarkvøldið kunnu keypast við dyrnar leygardagin frá kl. 15. Øll, sum longu hava keypt vikuskiftispass til Summar Festivalin, kunnu sjálvsagt skifta tey um við armbond við
sløkkiliðsstøðini í Klaksvík. - Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt síðst í september. Tað er Býli, sum skal gera arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Í sambandi við arbeiðið at skifta tekjuna verður koyrileiðin [...] millum sløkkiliðsstøðina og FK stongd í byggitíðini. - Somuleiðis verða parkeringsplássini á suðursíðuni av sløkkiliðsstøðini ikki tøk. Í Klaksvíkara kommunu verður sagt, at prísurin fyri verkætlanina verður
verður leitað eftir teimum, sum ikki eru komin afturíaftur. Nakað soleiðis segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Hans-Peter Berthelsen, við Sermitsiaq í dag. Tey trý fólkini, sum vóru farin á reinsdjóraveiði [...] mikudagin fingu myndugleikarnir eina fráboðan um, at ein bátur hevði funnið ein mann, sum vísti seg at vera hin eini av teimum saknaðu. Maðurin varð funnin á landi, og hann fortaldi, at tey trý á túrinum [...] Paamiut og hevur tað eftir umstøðunum gott. Lagt verður aftrat, at nú verður leitað eftir teimum báðum, sum framvegis eru saknað, og eitt nú hava tvær tyrlur verið við í leitingini. - Tey avvarðandi hava fingið
hjá Skopunar kommunu. Ein dagin í juli vitjaðu fólk, sum starvast fyri kommununa, eisini í egningarskúrinum hjá Schønning Hentze. Schønning, sum siglir í Grønlandi, hevur eisini útróðrarbát, og hann er [...] skipaði Skopunar kommuna fyri trolskeiði. Hetta varð sera væl umtókt og fullteknað, áðrenn vikan var av. - Nógvir ungir menn og kvinnur fingu góða undirvísing og nógv gott í skjáttuna at hava við sær út [...] tveir fittir dreingir, átta og níggju ára gamlir, og róku um í skúrinum. - Vit tosaðu við Schønning, sum hevur tikið upp á seg at læra hesar unglingar at rekja um. Sambært heimasíðuni hjá kommununi læt b
fer at standa saman um at fáa ein so góðan sáttmála sum gjørligt fyri landið. Vísti á søguligar ósemjur Í røðuni umrøddi forsætisráðfrúan eisini fleiri av stóru ósemjunum í íslendskari søgu, millum annað [...] endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg ella alt fólkið eru kloyvd av vreiði og øsing, hóast summir leiðarar og viðmerkjarar royna at fáa tað at síggja soleiðis út, segði [...] møguleikar at fáa ein góðan sáttmála við ES. Men hon lovaði samstundis, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni. Verður úrslitið nei, verða allar ætlanir um íslendskan ES-limaskap lagdar til viks
X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk-, Dnipro- og Zapori [...] russisk loftverja skeyt niður 502 ukrainskar dronur í nátt. Heldur ikki hesar upplýsingarnar eru váttaðar av óheftum keldum. Kelda: Ritzau/Reuters
tyrluvanlukkuni í Kenya mikudagin. Tað hevur forsetaembætið í Ekvador váttað. Sensi-Contugi var í Kenya sum ferðafólk saman við konuni. Tyrlan hevði seks ferðafólk og ein flogskipara umborð. Hon datt niður klokkan [...] doyðu. Lesið eisini: Sjey deyð í tyrluvanlukku í Kenya Amerikanska uttanríkisráðið upplýsir, at fimm av teimum deyðu vóru amerikanskir ríkisborgarar. Stephany Hollihan hevði bæði amerikanskan og ekvadorianskan [...] væl umtókt millum gongufólk. Fleiri ferðavinnufeløg bjóða eisini tyrlutúrar yvir fjallið. Tyrlan var av slagnum Eurocopter EC130 B4 og var á veg úr Loisaba Conservancy til Ewaso Nyiro-økið, tá hon datt niður
lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. Hæddarpunkt sum so eru ikki tøk frá dystinum. Facebooksíðan hjá FC Lugano hevur bara upptøkur tøkar av báðum málunum teir skutu í dystinum við Djúpumýru í Klaksvík [...] Fýra í Conference League og tríggjar í bestu sveisisku fótbóltsdeildini. FC Lugano hevur vunnið seks av hesum sjey dystunum. Bert tann eini dysturin er endaður við javnleiki. Nevnliga 2-2 javnleikurin móti
Aleksander Jovevic verður ikki venjari hjá B68 restina av kappingarárinum. B68 hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksander Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini [...] besta mansliðnum hjá B68. Nærri kunning kemur seinni, skrivar B68 í kvøld. Nú tað resta sjey umfør av ársins landskapping í Meistaradeildini er B68 aftast við 15 stigum. Tað eru tvey stig fram til 07 Vestur