kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017, og í dag er sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum fram til á sumri 2028. Tað siga tey í Sunda kommunu í dag. Sunda kommuna [...] Eiðis kommuna eru eisini farnar í samstarv um Leið 1, soleiðis at Leið 1 frá 1. mars í ár kemur at koyra úr Hósvík til Eiðis. - Leið 1 verður framyvir koyrd við tveimum bussum, og koyrt verður úr Hósvík [...] allar gerandisdagar í árinum. Hinvegin kemur Leið 2 at koyra sum áður, men ferðaætlanin er tillagað nakað, so hon passar betur við leið 400 hjá Bygdaleiðum úr Havn og norðureftir. Í Sunda kommunu fegnast
matstovan ARO í Odense í Danmark hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Hotel Nordbo í Nuuk um at lata upp eina pop-up matstovu á hotellinum í 2025. Hetta upplýsir hotellið í grønlendska høvuðsstaðnum í tíðindaskrivi [...] tíðindaskrivi í dag. ARO hevur í løtuni eina Michelin-stjørnu og ætlar við tiltakinum í Nuuk at bjóða eina serstaka matuppliving. Christoffer Tornhøj Schärfe, sum eigur ARO, sigur um samstarvið, at hann altíð [...] veit at siga, at ARO ikki er fyrsta Michelin-matstovan, sum hevur deild í Grønlandi. - Føroyska Koks byrjaði fyri tveimum árum síðan í Ilimanaq, og eina ferð hevði matstovan tvær Michelin-stjørnur, sum matstovan
seg upp á eitt hægri stig er miðvallarin Fabián Ruiz. Italia er verandi EM-vinnari, men avrikini í tveimum teimum fyrstu dystunum hava ikki verið sannførandi. Liðið manglar ein áleypara og Gianluca Scamacca [...] Spania hevur vunnið seg víðari úr bólkaspælinum við einum 1-0 sigri á Italia í gjár. Sjálvt um tað skuldi eitt sjálvmál til, so var talan um eitt sannførandi avrik frá spaniólum. Spania hevði bóltin meira
eftir dystin í Klaksvík, og málmaðurin Bárður Johannesen hevur ein snudd í knænum, men teir verða báðir tøkir til dystin í morgin. Hjá VB/Sumba er lagið munandi betur nú, enn tað var fyri tveimum vikum síðani [...] HB fær í annaðkvøld vitjan av VB/Sumba í Formuladeildini. Tá ið feløgini seinast spældu ímóti hvørjum øðrum, var tað í steypakappingini, og tá vann HB trygt. Eftirspælið hevði tó við sær, at HB varð dømt [...] ein hálvleik í Klaksvík, sannførdi Panic øll um, at hann verður ein fongur fyri HB-liðið. Roknað verður við, at Panic verður á vøllinum frá byrjan í kvøld. Jákup á Borg hevur verið eymur í lúskuni eftir
hvat er botnlið. Sjálvt um munurin ikki var tann størsti í fyrsta settið, so megnaði TB at vinna hetta 20-25. Í øðrum setti var eingin slingur í valsinum. TB snøgt sagt hølvaði Mjølnir av. Úrslitið av hesum [...] og hetta skuldi henda sunnudagin, tá tær vitjaðu í Klaksvík hjá Mjølni. Mjølnir fekk síni fyrstu stig síðsta vikuskiftið, tá tær heldur óvæntað vunnu í Kollafirði, tí var ætlanin hjá Mjølni helst at vinna [...] seg undir liðuna á ÍF á øðrum plássi, bert 2 stig aftanfyri Drátt. Mjølnir liggur enn aftast við tveimum stigum.
hvat er botnlið. Sjálvt um munurin ikki var tann størsti í fyrsta settið, so megnaði TB at vinna hetta 20-25. Í øðrum setti var eingin slingur í valsinum. TB snøgt sagt hølvaði Mjølnir av. Úrslitið av hesum [...] og hetta skuldi henda sunnudagin, tá tær vitjaðu í Klaksvík hjá Mjølni. Mjølnir fekk síni fyrstu stig síðsta vikuskiftið, tá tær heldur óvæntað vunnu í Kollafirði, tí var ætlanin hjá Mjølni helst at vinna [...] seg undir liðuna á ÍF á øðrum plássi, bert 2 stig aftanfyri Drátt. Mjølnir liggur enn aftast við tveimum stigum.
Ársfundur Grindamannafelagið fer at halda ársfund í morgin. Eins og undanfarin ár, bjóðar felagið aftur í ár øllum sýslumonnum, grindaformonnum og øllum vara¬grind¬aformonnum til hugnaliga samveru, áðrenn [...] áðrenn sjálvur aðalfundurin byrjar. - Vit samlast soleiðis í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 11, og vit vóna, at grindaformenn, varaformenn og sýslumenn møta fjølmentir. Vit vóna eisini at fáa eitt gott [...] hetta høvið enn einaferð býðst, sigur formaðurin í felagnum, Ólavur Sjúrðarberg. Aðalfundurin Sjálvur aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum byrjar klokkan 13.30 í Norðurlandahúsinum, og á hesum fundi fer formaðurin
kring landið, og í dag skulu sandoyingar royna seg í enn einum truplum útidysti ? hesaferð í Klaksvík. Bæði KÍ og B71 hava vunnið ein dyst og tapt ein dyst higartil í kappingini í ár. Í Havn skal HB royna [...] aftur í dysti ímóti GÍ. Tapið ímóti B71 var ein dyggur frammaná hjá meistarunum, og HB?arnir skulu veruliga vísa ein annan hugburð í dystinum ímóti GÍ í dag. Higartil hevur GÍ fingið eitt stig í tveimum [...] seg, tá teir í dag vitja hjá VB/Sumba, sum var fyri lemjandi 5-0 tapi í Klaksvík hósdagin. NSÍ og EB/Streymur hava fult stigatal eftir tvey umfør, og tey bæði feløgini hava heimadystir í dag. NSÍ fær vitjan
skipa fyri tveimum grundskeiðum, har tað fyrra hevur verið og seinna skeiðið av sama slagi verður hildið um miðjan juni. Høvuðsevnini á skeiðnum vóru hesi: - psykiatrisk hugsan og viðgerð í søguligum ljósi [...] vitanina hjá starvsfólkunum. Eitt av hesum tiltøkum er at skipa fyri grundskeiðum og eftirútbúgvingum í psykiatri. Líknandi grundskeið hevur verið hildið áður, men var tað tá við útlendskum fyrilestrarhaldarum
Í USA kunnu fólk fáa upp í tíggju ára fongsul fyri at avdúka navnið á einum loyniligum agenti hjá fregnartænastuni CIA. Tað gjørdu tíðindafólkini Judith Miller og Matthew Cooper, tá tey avdúkaðu, at Valerie [...] Valerie Plame arbeiddi í loyndum fyri CIA. Málið endaði í rættinum. Eftir at hava fingið loyvi frá arbeiðsgevaranum, Time Magazine, játtaði Matthew Cooper at avdúka, hvør kelda hansara var, og hann sleppur [...] tann sera konservativi viðmerkjarin Robert Novak avdúkaði navnið á Valerie Plame longu fyri tveimum árum síðani í einari blaðgrein, men at hann kortini ikki er ákærdur.