Søgan um Norðkraft byrjaði í 2016, tá Edmund Jacobsen, sum er kendur sum sangari í Chase, og gittarleikarin Mikkjal Hvannastein hittust í upptøkuhølinum hjá Mikkjali í Klaksvík. Har tóku teir staklagið [...] harður rokkur verður blandaður við punkkendum strofum og nýggjari íblástri. Á pallinum verða Edmund Jacobsen á sangi, Mikkjal Hvannastein á gittara, Kristoffer Mørkøre á bassi og James Olsen á trummum. [...] Talan er um royndar tónleikarar. James Olsen spældi eisini trummur í Chase saman við Edmundi Jacobsen, meðan Kristoffer Mørkøre hevur drúgvar royndir sum bassleikari, tónleikaframleiðari og ljóðtøkningur