barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði fráveran spakuliga [...] við Universitetið í Stavanger. Hamadi hevur kannað, hvussu álvarsom skúlafrávera tekur seg upp og mennist, og hvussu skúlar og aðrar tænastur royna at hjálpa næmingunum. Hon hevur tosað við tíggju ungfólk [...] vóru lagaðar til teirra egnu støðu. Hamadi heldur tí, at tað hevur stóran týdning at varnast trupulleikarnar tíðliga, áðrenn fráveran gerst so stór, at hon festir seg. Granskingin vísir eisini á tørvin á
landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at fleiri sálarfrøðingar fáa møguleika at taka útbúgving sum serpsykologar innan psykiatri og barna- og ungdómspsykiatri. Hon vil eisini hava at vita, hvørji ítøkilig [...] ungdómspsykiatriini. Talan er enntá bara um eitt starv á 0,8. Bjørt Lind heldur, at hetta vísir, hvussu stórur tørvurin er á at byggja upp fleiri fakligar førleikar í Føroyum. Fyrsti føroyski kandidaturin [...] tað ber til at fíggja útbúgvingarstørv til serpsykologar úr serstøku serlæknapuljuni. Hon vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvønn leiklut serpsykologar kunnu hava í arbeiðinum at stytta bíðitíðirnar
um, hvussu ein slík yvirtøka kann fremjast stigvíst. Qarsoq Høegh-Dam, fólkatingsmaður fyri grønlendska flokkin Naleraq, hevur spurt ráðfrúnna, hvussu loftferðsluøkið kann dagførast við atliti at einari [...] nær hon skal fara fram. Signe Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar og ein føroyskan loftferðslum [...] einari møguligari fullari grønlendskari yvirtøku, og hvat hetta fer at kosta. Sambært sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið eftir samráðingar við donsku stjórnina. Tað er tó Grønland sjálvt
har. Ógreitt, hvussu tilfarið skal flytast Í hoyringssvarinum verður eisini funnist at, at ætlanin ikki lýsir nóg væl, hvussu arbeiðið skal gerast, hvussu nógv tilfar krevst, ella hvussu tilfarið skal [...] brúkt til at venja ungross og læra ung og óvand reiðfólk at ríða. Feløgini stúra fyri, at hetta virksemið verður munandi skert, verður súkklubreytin gjørd eftir ætlanini. Tey vísa eisini á, at Oyggjaleikirnir [...] tikið støðu til málið uttan at hava sæð sama kortið. Vilja varðveita náttúrulendið Feløgini halda, at náttúrulendið við Fjallið og Lítlafjall eigur at verða varðveitt. Tey vísa á, at lítið inntriv er gjørt
væntandi verður klárt at fara undir at prosjektera tunnilin. Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestm [...] settar av til at halda fram við fyrireikingunum av nýggju farleiðini til Vestmanna. Grímur Sundstein vísir á, at verkætlanin hevur verið ávegis í fleiri ár. Tí heldur hann, at tað eigur at verða greitt [...] Grímur Sundstein, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hvussu langt fyrireikingarnar av einum tunli til Vestmanna eru komnar. Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein
Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar trupulleikar. Hevur ein stórur tangi á einum lastbili likið [...] – Vit halda, at vit hava funnið kelduna. Ein lastbilur hevur helst verið orsøkin, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Fráboðanin um oljudálkingina kom klokkan 11.55 í gjár, og vegurin varð ikki latin heilt [...] javnt yvir eitt langt vegastrekki, kann oljan breiða seg nógv. Løgreglan vil enn ikki siga meira um, hvussu hon er komin fram til møguligu kelduna, tí fleiri vitni skulu avhoyrast. ##med2## – Vit mugu tosa
Við at savna og almannakunngera hetta tilfarið verður eisini lættari hjá lesandi, starvsfólki og almenninginum at síggja, hvussu Setrið arbeiðir við góðsku – og hvussu vit arbeiða fyri støðugt at gerast [...] vitan og dátur til at menna sítt virksemi. Endamálið er bæði at tryggja góðskuna, sum er, og støðugt at menna hana. ##med2## Góðska er eisini álit Fyri tey lesandi merkir hetta, at tað skal vera greitt [...] vænta av einari útbúgving á Setrinum, og at skipað verður fyri regluligari eftirmeting og menning. Fyri Setrið merkir tað, at vit skulu kunna vísa á, hvussu vit vita, at útbúgvingarnar hava ta góðsku, sum vit
illa fær tað verið grønari, sum hevur so nógv at siga í hesum tíðum, at vit seta niður smá trø í okkara egna urtagarði, fyri síðani at fylgja við, hvussu tey vaksa. Summi av hesum trøum vaksa hálvan til [...] av, at títt træ verður so høgt og stórt, at alt útsýni, sólargangur og ljós má víkja? Og hvussu um veturin, tá ið gangurin er nógvur frá greinum, ið sláa inn á bæði hús og á vindeygu? Fyri ikki at tala [...] tá ið talan er um trygd og sólargang, ið átti at verið ein sjálvsagdur rættur hjá øllum. Býráðsumsitingin vísti á, at kommunan ikki hevði heimild til at áseta mest loyvdu hædd á trøum í byggisamtyktum
miðunum hjá Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan av virði. Um vit bert meta tað, sum kann príssetast, gloyma vit tað arbeiðið, sum menniskju hvønn dag gera fyri at menna, verja og stuðla [...] læring hjá børnum og ungum og eru sostatt við til at leggja grundarlagið undir framtíðar samfelagið. Boðskapurin hjá Emmu Holten er tí, at umsorgan eigur at verða fatað sum ein grundleggjandi samfelagslig [...] Holten, hvussu búskaparlig hugsan frá upplýsingartíðini og fram til okkara dagar hevur skapt eitt virðisskipan, har arbeiði verður mett eftir marknaðarvirði og framleiðslu. Hetta hevur við sær, at umsor
eftirløn. Jacob Vestergaard heldur, at ein líknandi skipan kann vera viðkomandi í Føroyum. – Eg fari at heita á Tryggingareftirlitið um at taka upp samband við feløgini fyri at kanna, um tørvur er á einari líknandi [...] skal virka fyri, at kundarnir fáa størst møguligt avkast í mun til váðan. Nevndin skal áseta íløgupolitikk, mørk fyri váða og mál fyri avkastið. Feløgini skulu eisini hava mannagongdir til at fylgja við vinningi [...] Tryggingarlógin verður dagførd Tryggingareftirlitið og Vinnumálaráðið eru farin undir at dagføra tryggingarlógina. Ætlanin er, at føroyska lógin í høvuðsheitum skal samsvara við nýggju donsku tryggingarlógina