talið á málum ella fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi. Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt [...] Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um, hvørt talan er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á [...] sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði, sigur Turið
óbrúktu døgunum. Ein varandi skipan eigur tí at gerast, so óbrúktir dagar kunnu flytast millum ár eins og hjá ørðum skipa bólkum. Ein fiskidagur sigur ikki alt um veiðitrýstið Bólkur 5 B er ein samansettur [...] pensjónistar ella fólk, sum ikki hava útróður sum fulltíðarvinnu, brúka dagar. Tað eru politiskar avgerðir um samlaða dagatalið, sum hava skert bólkin við meira enn 70 prosentum. Í dag kann ein avreiðing upp á [...] ella 150 kilo telja sum ein heilur fiskidagur. Ein snellubátur kann vanliga bert fiska, meðan tað er ljóst, og er nógv meira bundin av veðri, vindi og streymi enn størri skip. Ein skrásettur fiskidagur
føroyska tónlistakvinnan Lea Kampmann fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har altjóða tónleikaídnaðurin kunnar seg [...] "Reeperbahn er ein av teimum festivalunum, sum vit raðfesta høgt, tí ein sera stórur partur av evropeiska tónleikaídnaðinum er savnaður á einum stað. Lea hevur sín heilt egna, serstaka tónleikastíl, sum fólkini [...] ráðstevnu um tónleik og verður mettur sum ein av týdningarmestu showcase-pallunum fyri tónlistafólk við altjóða ambisjónum. Fyri Leu Kampmann verður konsertin ein møguleiki at presentera tónleikin hjá
ar fingu 173. Bara tríggir sessir vóru sostatt á muni. Nú vísir ein av nýggjastu kanningunum ein mun upp á 43 sessir. Men sjálvt um andstøðan vinnur valið, er ikki sjálvsagt, hvussu ein nýggj stjórn verður [...] beinleiðis stjórnarvald í Svøríki. Tí kann valið 13. september fáa søguligan týdning. Annaðhvørt kann Magdalena Andersson venda aftur sum forsætisráðfrú, ella kann Sverigedemokraterna á fyrsta sinni koma [...] 30,5 prosent. Sverigedemokraterna og Moderaterna kappast um at vera næststørst og um leiðsluna á høgraveinginum. Ein onnur nýggj kanning, sum Novus hevur gjørt fyri TV4, vísir somu gongd. Har fáa andstø
og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan. Men so er ikki á Tvøroyri. Í staðin fyri at vera ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar borgarar, sum kærdu sína neyð um skipalarm, ið elvdi til, at fólk ikki [...] støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, men tað er bara Landsstýrið, sum kann gera nakað [...] roynd við umskiping av russiska trolaranum Arctica, sum ein liður í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar, so hevði Vestmanna bygdarráð tikið avgerð um, at slíkum
vaksnum lúsum, sum høvdu flutt seg sum vaksnar lúsir millum vertir. Tilsamans tekna hesar kanningar eina mynd av einum parasitti og einum smittusambandi, sum er nógv meira fløkt enn bara “ein lús á laksi” [...] fiskin, so vilja tær til endans byrja at gýta larvur út í havið, út í sjógvin. So kanska tær detta inn á fjørðin, og so eru tær í hesar vikurnar, har tær eru førar fyri at endursmitta laksin. Og so verða [...] verða tær fleiri lús, og so byrjar hetta at verða meira og meira, og so fært tú ein eksponentiellan vøkstur. Tað vil siga, at vøksturin tekur dík á seg. So fært tú eina sjálvsmittu koyrandi í fullari ferð,
at breytin skal vera liðug til Oyggjaleikir komandi ár. Kann tað veruliga vera rætt, at seinastu fjøllini ið Tórshavnar Kommuna ræður yvir, skulu ofrast bara tí Oyggjaleikir skulu vera í Føroyum. Økið [...] í sendingini at vera fyrimyndir og vildi vera við, at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum [...] hálvan ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani
tað verður ignorerað? Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum. Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum tykist hava sum endamál at spæla tónleik so hart sum møguligt mitt um náttina, mitt í einum [...] er ikki tað, sum kallast ein livandi miðbýur. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri [...] ljóðbjálvað, og vit seta álvarsligt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka tey krøv, sum eiga at galda fyri eitt slíkt virksemi. Har eru bert tvey wc og eingin pissirenna. Úrslitið sæst hvørt
verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí, tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til øll. ##med2## Nevndin, sum skipar fyri Ovastevnuni, hevur lagt [...] stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av [...] felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini
hevur reist ein stóran og heilt rímiligan spurning: - Er tað veruliga trygt og skilagott at leggja eina súkklubreyt so nær einari almennari rás, sum verður brúkt av gongufólki og fólki, sum nýta og arbeiða [...] samstundis sum endaligu loyvini eftir tí, sum eg skilji, ikki vóru komin upp á pláss? Og hví varð Føroya Ríðingarfelag ikki tikið við á sama hátt? Kunnu tit svara upp á tað? Ella er tað bara eg, sum ikki skilji [...] at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni eg veruliga, at vit, at tit sum eru fólkavald kunnu gera tað saman. Ikki við at sløkkja