Dusty Hill, bassleikari í ZZ Top, er deyður. Hann doyði stillisliga, 72 ára gamal, vita útlendskir miðlar.
Bluesrock bólkurin – ið var ein trio, var úr Texas.
Dusty Hill byrjaði í bólkinum í 1970, árið eftir at bólkurin varð grundlagdur. Í 1971 kom fyrsta útgávan, og hevur higartil útgivið 15 studioútgávur. Hin síðsta kom í 2012.
Frontmenninir, Billy Gibbons og Dusty Hill, hava verið kendir, ikki minst orsakað av síða skegginum, sólbrillunum og Stetson hattunum.
Millum kendu løgini hjá ZZ Top eru Gimme All Your Lovin og Sharp Dressed Man.










