Zwolle fer í oddin

Síðani vetrarsteðgin hevur liðið hjá Súna Olsen tikið seg væl fram í næstbestu hollendsku deildini

 

Hollendska Toto-deildin


Seinastu vikurnar hevur gingið sum eftir ánni hjá Súna Olsen og FC Zwolle. Eftir at liðið størsta partin av árinum hevur ligið beint undir uppflytingarsessunum, hava seinastu vikurnar at kalla bert boðið teimum sigrar, og nú er liðið at finna á trið fremsta plássinum í hollendsku toto-deildini. Hesin sigurin kann eisini gerast enn tryggari, tí í munn til flestu av hinum liðunum hevur Zwolle ein dyst til góðar.

Tað hava Go Ahead Eagles, sum er gamla felagið hjá Jan Allani Müller, eisini, men úrtøkan hjá teimum hevur veirð út av lagi vánalig seinastu tíðina.

Mánakvøldið spældi FC Zwolle á heimavølli móti Telstar, og hendan dystin vunnu Súni og teir 2-0.

Enn er helst ov tíðliga at siga, hvørt verandi gongd kann halda fram alt árið, men ger hon tað, røkist fyri, at føroyingar komandi kappingarár eiga ein leikara í fremstu hollendsku deildini, har stórfeløg sum PSV, Ajax og Feyeenoord teljast millum oddaliðini.