Zuma vil hava Toda undir liðini á sær

Í FCK eru teir ovurfegnir um, at tað eftir hálvt ára steðg aftur hevur eydnast at fingið suðurafrikanaran og føroyingin sum álopsmakkarar

Í Danmark hevur tað síðani vikuskiftið eingin endi verið á positivu lýsingarorðunum, sum fjølmiðlarnir hava oyst oman yvir FCK, sum í Parkini vann 6?0 og klæddi Esbjerg av inn at skinninum.
Frágreiðingarnar um góða avrikið eru fleiri. Serliga verður sentrala miðvallarpartin drigið fram. Talan er um norska Erik Mykland og um unga liðformannin hjá FCK, Christian Poulsen. Teir báðir sleppa at siga rósandi orð um hvønn annan, og tað verður undrast á, hvussu skjótt teir báðir hava funnið so mikið væl saman, at norski Ståle Solbakken ikki so ofta verður nevndur.

Todi á tindinum
Todi Jónsson var sjálvandi fegin um, at tað aftur sunnudagin eydnaðist honum at skora, og at hann var við í uppspælinum til fleiri av hinum málunum. Sunnudagin vóru fleiri fótbóltskeypmenn í Parkini. Teir sóu tað, sum teir frammanundan fleiri ferðir áður hava sæð. Todi er ein framúr góður spælari, sum kundi spælt við fremstu liðunum í Europa.
Spurningurin er, um hann eisini í framtíðini verður førur fyri at spæla hvørja ferð. Sjálvur fegnast Todi um, at hann sunnudagin var førur fyri at vera á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Donsku fjølmiðlarnir tosa ikki bara um Mykland og Christian Poulsen. Teir hava eisini á orði, at Zuma og Todi Jónsson spæla eins væl saman, sum teir gjørdu fyri einum ári síðani, tá teir skoraðu nógv mál og áttu sín stóra lut í, at FCK vann meistaraskapin.
Donsku fjølmiðlarnir hava heft seg við, at bæði Todi og Zuma hava skorað fleiri mál síðstu tíðina. Í tveimum teimum seinastu dystunum hevur Zuma skorað triggjar ferðir, og Todi hevur skorað tvær ferðir.
Tað verður roknað við góðum vánum fyri, at Zuma kann seljast fyri einar 70?80 milliónir krónur, um tað fer at gangast honum væl, tá hann í summar fer at umboða Suðurafriku í HM endaspælinum. Men donsku fjølmiðlarnir staðfesta samstundis, at Zuma hevur ilt við at skora mál, tá hann ikki spælir saman við Toda. Tølini siga, at hann spældi átta dystir á rað, uttan at tað eydnaðist honum at skjóta mál.
Síðani Todi kom aftur í FCK álopið, hevur Zuma verið sera væl upplagdur. Hann skoraði eitt mál ímóti Vejle, og hann skoraði tvær ferðir ímóti Esbjerg.
? Todi er ein sera gávuríkur spælari. Hann er skjótur og sterkur, hann dugir væl við bóltinum, og hann hevur gott spælskil. Eg vóni sanniliga, at hann hesa ferð sleppur undan skaðunum, sum hava havt við sær, at hann hevur verið so nógv burturfrá, sigur Zuma.
Donsku fjølmiðlarnir hava viljað havt Toda at siga teimum akkurát, hvat tað er, sum hevur við sær, at teir báðir eru serliga vandamiklir, tá teir spæla saman:
? Eg dugi ikki at siga tað. Innanhýsis spælfatanin er góð. Tað tykist vera innbygd, og vit mugu bara fegnast um, at tað riggar, svarar Todi. Og miðlarnir í Keypmannahavn staðfesta, at tað eru ein føroyingur og ein suðurafrikanari, sum rættuliga hava hvest álopið hjá FCK!

AaB hongur í
FCK er næstfremst í superliguni, og tað verður framvegis mett at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa Brøndby aftur. Munurin er sjey stig, men kanska hann fer at minka komandi vikuskifti. Tá fer Brøndby at spæla á útivølli ímóti Silkeborg, sum í botnstríðnum hevur so sera nógv brúk fyri stigunum. Dysturin hjá FCK er ikki minni torførur enn tann hjá Brøndby. FCK fær í Parkini vitjan av AB, sum teir ofta áður hava havt tað torført ímóti. Hinir dystirnir komandi vikuskifti eru hesir: Esbjerg?AGF, Lyngby?AaB, OB?Viborg og Vejle?FCM.
Mánakvøldið var síðsti dysturin í 22. leikumfarinum. FCM tók í Ikast ímóti AaB. Aalborg vann 1?0. Málið fingu teir í 2. hálvleiki, og sigurin var uppiborin. Við sigrinum er AaB við 40 stigum undir liðini á FCK, sum tó er næstfremst, tí teir hava betri málmun enn AaB.