Sibousiso Zuma, sum í fleiri ár var álopsmakkari hjá Toda Jónsson í FCK, er nú aftur á veg til danskan fótbólt. Tað er FC Nordsjælland, sum stendur til reiðar at taka ímóti spælaranum, og sjálvur vónar Zuma, at skiftið til FCN verður vferuleiki. – Tað er sjálvandi eitt mál millum felagið, umboðsmannin og meg, men eg vóni í øllum førum, at nakað hendir innan næstu fáu vikurnar, sigur Zuma við fodbold.nu.