Danska blaðið Politiken skrivar í dag, at suðurafrikanski framherjin hjá FCK, Sibusiso Zuma, hevði hildið sær á gleimi á einum diskoteki í Keypmannahavn náttina eftir steypafinaluna hósdagin, tá FCK tapti 2-1 fyri OB. Hetta var fríggjanáttina á diskotekinum Park.
Blaðið hevur tosað við fleiri fólk, ið siga seg hava sæð Zuma í býnum við vinmonnum. Sagt verður at Zuma kom inn á diskotekið klokkan tvey á nátt. Framherjin var ikki til venjing tann fríggjamorgunin klokkan 10, tá hópurin var savnaður fyri næstseinastu ferð undan avgerandi brakinum móti Brøndby. Almenna orsøkin var, at Zuma fekk viðgerð fyri skaða.
Hvørki ítróttarstjórin Niels Christian Holmstrøm ella venjarin Hans Backe vilja gera viðmerkingar til náttarlívið hjá Zuma.
Mykland eisini sæddur
Donsku bløðini skriva nógv um Zuma, men eisini norðmaðurin Erik Mykland er sekur í at hava verið úti náttina eftir steypafinaluna, hóast ein týdningarmikil dystur stóð fyri framman.
Mykland segði við danskar fjølmiðlar, at hann eftir steypafinaluna hevði ætlanir um at sita heima í urtagarðinum og drekka nakrar øl. Men Mykland var tó ikki bara heima í urtagarðinum. Sosialurin er vitandi um, at fyrrverandi landsliðsleikarin eisini úti í náttarlívinum í Keypmannahavn fríggjanáttina, og at promillan í øllum førum var omanfyri tað, sum ferðslulógin loyvir. Sambært donsku miðlunum var Mykland eisini ov seinur til venjingina fríggjamorgunin.
Enn hevur leiðslan í FCK einki gjørt við hesi málini, og hon vil heldur ikki gera viðmerkingar til tað.