Zuma fer frá

75 ára gamli forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, hevur í kvøld kunngjørt, at hann fer frá sum forseti.

 

Flokkur hansara, ANC, hevur í fleiri mánaðir roynt at fáa hann at fara frá, og góvu honum nú 48 tímar at taka avgerðina sjálvur, áðrenn eitt misálit bleiv reist móti honum í tinginum.

 

Ósemjan millum Jacob Zuma og floksleiðsluna náddi nýggjar hæddir í desembur, tá flokkurin valdi at Cyril Ramaphosa sum nýggjan leiðara. Jacob Zuma bað flokkin velja fyrrverandi konu sína, Nkosazana Dlamini-Zuma, sum nýggjan leiðara.

 

Jacob Zuma er ákærdur fyri millum annað bæði mutur og neyðtøku. Hann hevur nú verið forseti í Suðurafrika í átta ár.

 

Cyril Ramaphosa verður forseti til næsta forsetaval, sum verður í 2019.