HM-fótbóltur
Í bólki B varð undan kappingini mett, at Spania fór at vísa seg sum klárt sterkasta liðið, og fyrsta umfarið hevur á ongan hátt mótprógvað hesum.
Spaniólar vunnu sunnudagin 3-1 á Slovenia, og hóast sigurin kanska ikki var so tryggur, sum tølini sýna, so var tað fyri tað mesta Spania, sum hevði tamarhald á støðuni. Kanska hevði støðan verið ein onnur, um Cimirotic hevði fingið brotsspark, tá hann eftir øllum at døma varð feldur í brotsteiginum, men ta ferðia tagnaði floytan. Ístaðin fekk Spania brotsspark í seinastu minuttunum, so Hierro kundi avgera.
Óneyðugt brotsspark
Fyrr um dagin høvdu Paraguay og Suður Afrika spælt javnt 2-2, og lítið er at ivast í, at hetta úrslitið hóvaði afrikanarunum betri.
Paraguay tóktist nevnliga at hava fullkomuliga tamarhald á, tá Arce í 55. minutti hevði økt upp í 2-0, og so tóku teir seg annars aftur á vøllin at verja leiðsluna. Heldur ikki eftir at Struway hevði minkað um munin, tóktist sigurin av álvara at vera í vanda, men í seinasta minuttinum gekk galið.
Óroyndi málverjin, Tavarelli, sum vardi málið fyri Chilavert, framdi í púrasta vandaleysari støðu brotsspark móti FCK-leikaranum, Sibusiso Zuma, og so kundi Quinton Fortune fáa javnvág í roknskapin.
Javnleikurin hevur um ikki annað við sær, at tað framvegis er púrasta opið, hvør fer víðari úr bólkinum saman við Spania.Um nakað, so hevur Suður Afrika her ein fyrimun, tí teir eiga seinasta dystin móti spaniólum, og um hesir longu tá eru tryggir, verða summir av vanliga føstu monnunum helst spardir.
Úrslit:
Paraguay-Suður Afrika 2-2 (1-0)
1-0: Roque Santa Cruz, 39.
2-0: Francisco Arce, 55.
2-1: Estanislao Struway, 63.
2-2: Quinton Fortuna, 90.
Spania-Slovenia 3-1 (1-0)
1-0: Raul González, 44.
2-0: Juan Carlos Valerón, 74.
2-1: Segastjan Cimirotic, 82.
3-1: Fernando Hierro, 88.










