Zoneterapi, oyrnaakupunktur og kostráðgeving

Sanna Hentze hevur í 4 ár givið zoneterapi, oyrnaakupunktur og kostráðgeving á viðgerðarstovuni "Spírin" á Fugloyarvegi í Havn. Umframt hetta hjálpir hon eisini fólki at leggja av at roykja.
Zoneterapi er ein viðgerðarháttur, sum longu var nýttur fyri uml. 5000 árum síðani og byggir á, at menniskjan verður sædd í eini heild, har kroppur og sál er í sínamillum javnvág. Verður henda javnvág órógvað av onkrari orsøk, verður ein sjúkur. Kroppurin vísir eyðkenni, at okkurt er galið.
Endamálið við zoneterapiviðgerð er at fáa kroppin at virka optimalt. Spenningar í kroppinum minka, tað stimbrar blóðrenslið og gøgn í kroppinum, soleiðis at hann fer at virka betri (kemur í javnvág). Hetta verður gjørt við at trýsta á ymiskar reflekszonir undir fótinum.
Ein viðgerð tekur vanliga 45 min. Harafturat kunnu í hesum sambandi eisini gevast góð ráð viðvíkjandi kosti, og um tørvur er fyri ávísum vitaminum og miniralum.
Tað er ójavnt, hvussu nógvar viðgerðir skulu til, sigur Sanna. Tað er tengt at aldri, almannastøðu, og hvørja sjúku talan er um.
Oyrnaakupunktur er eisini ein elligamal viðgerðarháttur, sum byggir á somu grundsjónarmið sum zoneterapiin. Tað kann gevast sum ein serstøk viðgerð, og eisini saman við zoneterapi. Oyrnaakupunktur hevur til dømis í nógvum førum roynst væl, tá ið fólk hava vilja lagt av at roykja.
Sanna hevur eisini roykiavvenjingarskeið fyri einstaklingum ella bólkum. Møtt verður eina ferð um vikuna í 6 vikur, har ein á ymiskan hátt fær vegleiðing og hjálp til at leggja av.
Umframt hetta hevur hon kostráðgeving fyri fólki, sum eru sjúk, ynskja at tapa seg ella vilja hava meira at vita um góðar kostvanar.
Eisini bjóðar Sanna seg fram at halda fyrilestrar á skúlum, barnagørðum og stovnum um, hvussu ein kann varðveita eina góða heilsu. Ein góða heilsa er tengt at fleiri faktorum, so sum hvíld, svøvni, sunnum kosti og kropsligum aktiviteti.
Sanna er útbúgvin sum lærari og zoneterapeut/oyrnaakupunktør og hevur tikið skeið gjøgnum Fyribyrgingarráðið í roykiavvenjing og er í løtuni í ferð við at gera seg lidna við eina PD-útbúgving í Danmark innan kost og heilsu.
Ringjast kann millum kl. 8.00 og 11.00 frá mánadegi til fríggjadag á tlf. 316134/516114
Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna www.spírin.fo

+ mynd