Zoltan vrakaður og so dagsins maður

Fuglfirðingar mugu ásanna, at nú eru tað aftur teir hinumegin Eiðið, sum eru omaná í lokalbrakunum

Víkingur 3 bóltar

ÍF 2 bóltar


Tá ið ÍF fyri meiri enn tveimum mánaðum síðani vitjaði í Sarpugerði, var lagið gott á teimum reyðu og hvítu. ÍF vann 1-0, og fyrsti sigurin í Gøtu í 27 ár var staðfesting av, at tað gekk sum eftir ánni hjá fuglfirðingum.

Teir uttanfyri Varmakeldueið hava í mong ár verið fremri í fótbólti enn fuglfirðingar. Tí var ÍF sigurin fyrr í ár serliga søtur, og sviðin hjá gøtumonnum og leirvíkingum kendist serliga meinur.

2-0 sigurin hjá Víkingi í gjárkvøldið boðar frá, at nú er styrkisjavnvágin komin upp á pláss aftur, um tað ber til at siga tað soleiðis, tá ið gongdin nógvu tey seinastu árini verður havd í huga.

ÍF var væl við fyrstu løtuna, tá ið heimaliðið var fjáltursstungið, og sentrali miðvallarin Sølvi Vatnhamar noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur í hondini.

ÍF hevði møguleikar, men fuglfirðingar kendu ikki sína vitjunartíð, og sum 1. hálvleikur leið, var tað eyðsýnt, at fundamentið er betri uttanfyri Eiðið, enn tað er innanfyri Varmakeldueið.

Tað kundi tykst sum stórur smeitur, tá ið álitisfulli miðvallarin Sølvi Vatnhamar fór av vøllinum, men tað vísti seg síðani, at Zoltán Bukszegi, sum varð keyptur at standa fyri málunum, men sum hesar seinastu ferðirnar ikki hevur verið fastur maður, hesa ferð gjørdist dagsins maður.


Munurin kom til sjóndar

Sum 1. hálvleikur leið, gjørdist styrkismunurin støðugt størri. Tað eydnaðist kortini ikki Víkingi at skjóta mál, og tað átti ÍF málverjin, Andras Gango, størsta heiðurin fyri. Hann var framúr og vardi fleiri ferðir meistarliga væl fyri. 17 ára gamli Bárður Hansen hevði hesa ferð fingið møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu, og miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði hann góða roynd, sum Andras Gango hálvbjargaði. Andreas Lava Olsen var fyrstur á returbóltinum, men hann rakti í tvørtræið.

Eftir innlegg úr høgru frá Andreasi Lava Olsen hevði Zoltan fína roynd, tá ið stórur hálvur tími var farin. Men Andras Gango bjargaði meistarliga, og tíðliga í 2. hálvleiki hevði hann framúr bjarging, tá ið Magnus Skoralíð eftir stórt ÍF verjukiks hevði kúfóður fyri seg sjálvan.

Tá ið ungverski Zoltan varð keyptur til Víking, ætlaðu teir, at hann skuldi vera maðurin, sum syrgdi fyri málunum. Tølini siga, at tað ikki hevur hilnast nakað serligt. Í tíggju teimum fyrstu umførunum hevði hann bara skorað eitt mál, og royndirnar við honum sum fremsta manni og hangandi álopsspælara høvdu ikki sannført Anton Skoradal um, at Zoltán skuldi hava fast pláss á liðnum.

Hesa ferð var hann á beinkinum, men í 2. hálvleiki gjørdist hann dagsins Víkingur, og tað er neyvan nakað at ivast í, at hann fer at fáa boð aftur, tá ið Víkingur sunnudagin fer at spæla á Svangaskarði.

Eftir uppspæl í vinstru, innlegg og temjing setti hann, tá ið tólv minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki hol á, og í yvirtíðini var hann aftur á rætta staðnum í røttu løtuni.

ÍF royndi í 2. hálvleiki við stríðsfúsa Bartali Eliasen í álopinum, men tað kendist sum um, at kraftin, yvirskotið og hugflogið, sum fyrsta partin av árinum eyðkendu ÍF spælið, vóru væl torførari at fáa eyga á hesa ferð. Ikki minst tí teir sum í fyrstu umførunum stóðu fadrar at hugflogsríka samanspælinum ikki vóru so eyðsýndir.

Men ÍF hevur longu fyrr í ár víst, hvørjir møguleikar búgva í spælarunum. Tí er einki annað at gera enn at saðla av nýggjum og at leypa upp aftur á hestin. Mikukvøldið varð staðfest, at í løtuni vendir tað í grannauppgerðunum soleiðis, sum tað – við undantaki av fyrst í hesum kappingarárinum – hevur gjørt í nógv ár.