Zola vil ikki til Chelsea

Tað gongur einki serligt hjá Chelsea, og trýst er á venjaran Luiz Felipe Scolari. Fleiri ensk bløð hava seinastu dagarnar róð fram undir, at Scolari kann fáa sekkin, og Gianfranco Zola skal taka við eftir hann. Zola var í fleiri ár ein av best umtóktu spælarunum hjá Chelsea, og nú venur hann West Ham. Zola sjálvur hevur boðað frá, at hann ætlar sær at halda fram í West Ham.