Zola heldur fram í West Ham

Fyrrverandi italski stórspælarin Gianfranco Zola hevur klárað seg væl sum venjari hjá enska felagnum West Ham. Zola spældi í síni tíð fyri Chelsea, og stórfelagið hevur verið áhugað í at gera Zola til nýggjan venjara í felagnum í summar. Men nú hevur Zola skrivað undir nýggjan sáttmála við West Ham, og sambært sáttmálanum heldur Zola fram í felagnum til 2013.