Meðan mangir Manchester United fjepparar kring heimin stórfegnast um, at svenski stórspælarin, Zlatan Ibrahimovic verður partur av hópinum hjá Manchester United komandi kappingarár, so hevur Wayne Rooney kanska heldur orsøk til at stúra.
Sambært stóra svenska blaðnum, "Aftonbladet" vil Zlatan hava troyggjunummar 10, sum hevur verið troyggjunummarið hjá Wayne Rooney tey seinnu árini: - Nummar 10 er mítt nummar. Eg havi bart út sagt longst eftir at sleppa at spæla við nummar 10 á rygginum. Tað er troyggjunummarið hjá Diego Maradona, og eg eri jú rættiliga líkur honum. Í Milan slapp eg ongantíð at hava nummar 10. Seinni skifti eg til PSG, og har fekk eg nummar 18, men í Fraklandi kann ein skifta troyggjunummarið út, og tað gjørdi eg so. Tá fekk eg loksins møguleikan at spæla við nummar 10 á rygginum, eru orðini hjá Zlatan um troyggjunummar 10.
Trupuleikin er bara hjá søludeildini hjá Manchester United, sum roynir at selja í tonsavís av spælaratroyggjum, og tey vita ikki hvørji troyggjunummur Zlatan og Wayne Rooney skulu hava, og tað er ikki gott fyri søluna. Av troyggjunumrunum millum nummar 1 og 11, eru tað bara nummar 2 og 3, sum eru tøk.
Enska blaðið "The Sun" heldur seg vita í sínum lagi, at Zlatan yvirtekur nummar 9 frá Anthony Martial, og Anthony Martial yvirtekur nummar 7 frá Memphis Depay, sum ikki hevur roynst serliga væl fyri Manchester United.
Eitt annað enskt blað, "The Mirror" skrivar, at tey vænta, at Zlatan fer at verða Zlatan, og fer at gera nakað heilt serligt, og fer, sum tann fyrsti spælarin nakrantíð í Premier League at hava nummar 99 á rygginum.