Tað ljóðaði annars, at Manchester United, Barcelona og Real Madrid høvdu áhuga í at keypa Ibrahimovic, men nú sigur forsetin í Inter, at sviin ikki fer nakran veg. Massimo Marratti, forseti í Inter, segði, at var prísurin tann rætti, vóru teir til reiðar at selja. Sjálvur metti hann, at rætti prísurin var 70 milliónir evrur, svarandi til 521 milliónur krónur, men hesa upphædd er einki felag til reiðar at rinda, skilst.