Sambært viðurkenda italska blaðnum, Gazetta dello Sport er svenski landsliðsframherjin hjá Inter Milan, Zlatan Ibrahimovic á veg til FC Barcelona. Fyri eina upphædd, sum svarar til eina hálva miljard krónur, og at Samuel Eto´o fer hinvegin frá Barcelona til Inter Milan, er sannlíkt, at tíðin hjá svenska framherjanum í italskum fótbólti er liðug á hesum sinni.
Sambært italska blaðnum, hevur umboðsmaðurin hjá Zlatan, Mino Raiola havt samráðingar við katalanska felagið. Og sambært blaðnum hava samráðingarnar verið ógvuliga jaligar. Zlatan ynskir at sleppa til eitt felag, sum kann vinna Champions League, og hevur stóran áhuga í at gerast liðfelagi hjá Lionel Messi og Thierry Henry, og hinum stjørnunum í Barcelona.
Inter Milan vil tó ikki gera viðmerkingar til málið. Bæði Zlatan og Inter-venjarin, José Mourinho hava boðið leiðsluni í Inter frá, at skal felagið hava nakran møguleika at vinna Champions League, so má hópurin styrkjast munandi. Hetta bóru Zlatan og Mourinho uppá mál, aftaná Inter tapti ímóti Manchester United í 1/8 finaluni í Champions League kappingini í farnu viku.