Sambært spanska El Mundo Deportivo skal Zlatan Ibrahimovic spæla við europisku meistarunum úr Barcelona. Blaðið skrivar, at Barcelona og Inter eru samd um ein handil, har Barcelona skal rinda 75 milliónir í reiðum peningi, umframt at Samuel Eto’o skal skifta til Inter. Blaðið skrivar, at einasta forðingin í løtuni eru lønarkrøvini hjá Eto’o, sum enn eru nakað meira enn tað, sum Inter vil gjalda spælaranum.