Zlatan á Tórsvølli

Heimskenda svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, verður at síggja á Tórsvølli, tá Svøríki vitjar fríggjadagin 12. oktobur, kl. 17:00.

Hann hevur spælt fyri feløg Ajax, Juventus, AC Milan Barcelona, Inter Milan og Paris Saint-Germain. Nú verður umstríddi framherjin at síggja á Tórsvølli. Svenski A-landsliðsvenjarin, Erik Hamren almannakunngjørdi í gjár hópin til dystin ímóti Føroyum og millum teir 23 leikararnar er Zlatan Ibrahimovic.
Hann hevur spælt 82 landsdystir og skotið 33 mál fyri svenska landsliðið. Tað hevur tó ikki bara verið smíl og gleði hjá framherjanum á landsliðnum.

Alt byrjaði móti Føroyum

Fyrstu ferð Zlatan spældi við landsliðnum var móti Føroyum í januar 2001 í eini NM kapping. Dysturin bleiv spældur innandura í Svøríki. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Tá spældi Zlatan við Malmø, men var stutt seinni seldur til hollendska Ajax.
Nógv er hent síðani tann januardagin í 2001 og Zlatan er í dag ein av heimsins mest kendu fótbóltsleikarunum.

Fleiri stór nøvn

Umframt Zlatan Ibrahimovic, so eru fleiri stór nøvn á svenska landsliðnum. Sebastian Larsson hevur gjørt um seg í ensku Premier League og spælir í dag við Sunderland. Hann byrjaði sína yrkisleið í Arsenal saman við Inga Højsted.
Eisini John Elmander hevur gjørt um seg í Premier League við Bolton. Hann kom alvorliga í gongd í Brøndby tá Michael Laudrup var venjari. Hann var síðani seldur til franska Toulouse og stóð seg væl áðrenn Bolton kom og bankaði upp á. Í dag spælir hann við turkiska stórfelagnum, Galatasaray.
Føroysku framherjarnir skulu dystin við Jonas Olsson, sum til dagligt spælir við West Bromwich Albion, sum eisini spælir í Premier League. Hann er ein harður verjuleikari og áleypararnir hjá okkum koma nokk eisini til at merkja til tað.
Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður 12. oktobur á Tórsvølli.

Svenski hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:
Par Hansson, Helsingborgs IF (SWE)
Andreas Isaksson, Kasimpasa SK (TUR)
Johan Wiland, FC København (DK)

Verjuleikarar:
Mikael Antonsson, Bologna FC (ITA)
Andreas Granqvist, Genoe FC (ITA)
Adam Johansson, Seattle Sounders FC (USA)
Mikael Lustig, Celtic FC (SCO)
Jonas Olsson, West Bromwich Albion FC (ENG)
Martin Olsson, Blackburn Rovers (ENG)
Behrang Safari, RSC Anderlecht (BEL)

Miðvallarar/framherjar:
Rasmus Elm, CSKA Moskva (RUS)
Johan Elmander, Galatasaray (TUR)
Samuel Holmen, Instanbul BB (TUR)
Zlatan Ibrahimovic, Paris Saint-Germain FC (FRA)
Alexander Kacaniklic, Fulham FC (ENG)
Kim Kallstrøm, Spartak Moskva (RUS)
Sebastian Larsson, Sunderland AFC (ENG)
Mathias Renegie, Udinese Calcio (ITA)
Tobias Sana, AFC Ajax (HOL)
Anders Svensson, IF Elfsborg (SWE)
Ola Toivonen, PSV Eindhoven (HOL)
Pontus Wernbloom, CSKA Moskva (RUS)
Christian Wilhelmsson, Los Angeles Galaxy (USA)