Svenski stórspælarin, Zlatan Ibrahimovic tímir ikki at gera eitt comeback til svenska landsliðið nú Svøríki skal kappast í HM-endaspælinum í Russlandi komandi summar.
Argentinski liðfelagin hjá Zlatan Ibrahimovic, Marcus Rojo bar uppá mál við Zlatan, at hann átti at meldað seg kláran at spæla við Svøríki aftur, so hann kann uppliva HM-endaspælið í Russlandi komandi summar. Men Zlatan svaraði Marcus Rojo, at hetta hevði ikki hansara áhuga. Hetta skrivar svenska Aftonbladet.
Sama Aftonbladet hevur gjørt eina meiningskanning, sum vísir, at ein rættiliga greiður meiriluti í Svøríki ikki vil, at Zlatan sleppur við svenska landsliðshópinum til HM endaspælið í Russlandi.
Meiningskanningin hjá Aftonbladet vísir, at 41 prosent vilja ikki, at Zlatan skal sleppa við til HM. 32 prosent eru ivasom, og bara 27 prosent ynska, at Zlatan verður partur av svenska landsliðshópinum.
Nógvir svenskir fótbóltsfjepparar og svenskir fótbóltsmiðlafólk meina, at Svøríki er ein betri kollektiv eind uttan Zlatan. Zlatan fyllir ov nógv sum einstaklingur. Sum er nú hevur svenska landsliðið bara eina stjørnu, og tað er liðið sjálvt.
Árini millum 2001 og 2016 spældi Zlatan ikki færri enn 131 landsdystir fyri Svøríki, har hann skoraði 62 mál. Fyrsti landsdysturin hjá Zlatan var ímóti júst Føroyum, 31. januar í 2001 í Växsjö í Svøríki. Tann dysturin endaði 0-0.