Zlatan sparkaði Barcelona á odda

Barcelona tók í gjárkvøldið ímóti nummar fimtan í La Liga, Osasuna. Barcelona, og serliga Lionel Messi, hava spælt væl í seinastuni, men í gjár riggaði illa. Ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð, eydnaðist tað Zlatan Ibrahimovic at leggja vertirnar á odda, eftir innlegg úr vinstrusíðu frá Maxwell. Móti endanum økti Bojan, eftir upplegg frá Andrés Iniesta, til endaliga úrslitið 2-0.

 

Barcelona liggur nú fremst, trý stig frammanfyri Real Madrid á øðrum plássi. Barcelona hevur tó spælt ein dyst fleiri. Real Madrid møta seinni í kvøld Getafe.