- Eg kom sum ein kongur og fari sum ein legenda. Í morgin verður mín seinasti dystur á Parc Des Princes, skrivar Zlatan Ibrahimovic á Facebookvanga sínum.
Hann váttar við hesum leysasøgurnar, sum hava gingið seinastu mánaðirnar, um at hann ikki fór at spæla við franska stórfelagnum PSG komandi kappingarár.
Paris Saint Germain hava langt síðani tryggjað sær franska meistaraheitið og spæla í morgin á heimavølli móti Nantes. Hetta er fjórða meistaraheitið á rað. Zlatan hevur spælt við PSG øll fýra árini.
Enn er óvist, hvagar leiðin liggur hjá svensku stjørnuni. Hann hevur verið settur í samband við feløg sum Manchester United, men italskir miðlar vilja nú vera við, at hann fer at royna eydnuna í USA, í Los Angeles Galaxy. Sum skilst verður tað antin Manchester United ella Los Angeles Galaxy.
Zlatan Ibrahimovic hevur spælt í Frankaríki í fýra kappingarár. Í ár hevur hilnast so væl sum ongantíð fyrr, og hevur hann skorað 36 mál og hvat 13 málgevandi avleveringar teir 30 dystirnar hetta kappingarárið.
Seinasti dysturin hjá Zlatan í bláu PSG-troyggjuni verður 21. mai, tá PSG og arvafíggindin Olympique de Marseille møtast í fronsku steypafinaluni.










