Zlatan Ibrahimovic er nú mest skorandi spælarin hjá Paris Saint-Germain í landskappingarhøpi. Hann hevur longu tikið metið sum samlaður toppskjútti fyri PSG í øllum kappingunum, men nú er hann eisini tann, sum hevur skotið flest mál í landskappingini fyri høvðusstaðarfelagið. Zlatan tók metið frá Mustapha Dahleb.
Paris Saint-Germain vann í gjár 3-0 á útivølli móti Nice. 34 ára gamli Zlatan Ibrahimovic skoraði tvey av málinum, og legði upp til tað triðja. Svenskarin er toppskjútti í Ligue 1 við 12 málum.
Zlatan hevur nú skotið 87 mál í landskappingini, og 119 í øllum kappingum. Tá er eisini vert at minnast til, at Zlatan Ibrahimovic bara hevur verið í PSG síðani 2012.