Paris Saint-Germain úr Fraklandi og Benfica úr Portugal eru víðari til fjórðingsfinalur í Champions League, saman við Real Madrid og Wolfsburg. Tað er greitt eftir dystirnir í kvøld, har PSG við Zlatan Ibrahimovic í stórformi vann á Chelsea, meðan Benfica vann í kuldanum í Russlandi móti Zenit.
Á Stamford bridge í London vann PSG 2-1 á Chelsea. Zlatan Ibrahimovic skoraði eitt og legði upp til hitt. Fyrst spældi hann bóltin upp á tvørs til Adrien Rabiot, ið legði gestirnar á odda. Diego Costa javnaði, men tað fór bara at verða ein vinnari - Zlatan Ibrahimovic.
Svenska superstjørnan staðfesti sigur á kvøldinum, og samanlagda sigurin á 4-2, við málið í seinnu hálvu av seinna hálvleiki. Chelsea hevði sínar møguleikar, men samanumtikið er sigurin hjá PSG helst uppiborin.
Í Russlandi vann Benfica 2-1, eftir at hava verið aftanfyri 1-0 tá tjúgu minuttir vóru eftir. Benfica vann fyrra dystin 1-0. Sostatt vann portugisiska liðið samanlagt 3-1. Fýra lið eru nú víðari til fjórðingsfinalurnar. Í komandi viku vera hinar 1/8 finalurnar.
Champions League:
Chelsea – PSG 1-2(1-1)
0-1 Adrien Rabiot, 16
1-1 Diego Costa, 27
1-2 Zlatan Ibrahimovic, 67
PSG vinnur samanlagt 4-2
Zenit – Benfica 1-2(0-0)
1-0 Hulk, 69
1-1 Nicolas Gaitan, 85
1-2 Anderson Talisca, 90
Benfica vinnur samanlagt 3-1