Í øllum førum sigur Txiki Begiristain, stjóri í Barcelona, at felagið og spælarin eru so at siga samd um treytirnar fyri einum sáttmála.
Ein partur av avtaluni við Inter, sum Zlatan í løtuni er sáttmálabundin at, er, at Samuel Eto´o skal til italska felagið, og fyrr í vikuni var greitt, at har eru sáttmálatreytirnar greiddar.
Soleiðis er nú alt, sum bendir á, at handilin verður veruleiki, og gongst eftir vild, kann Zlatan Ibrahimovic heilsa upp á áskoðararnar á Camp Nou longu mánadagin.










