Zlatan søkti Real

Svenski áleyparin hjá Barcelona skuldi bara brúka tríggjar minuttir á vøllinum, áðrenn hann skoraði sigursmálið í spanska el Clasico. Zlatan hevur annars verið hálvskaddur, og tí byrjaði hann á beinkinum í dystinum í dag. Fyri steðgin hevði Barcelona bóltin mest, men gestirnir úr Real Madrid vóru vandamiklari, men tað eydnaðist teimum ikki at skora, hóast Ronaldo ta einu ferðina var púra leysur. Eftir 52 minuttum varð Zlatan sendur á vøllin, og bara tríggjar minuttir seinni fluktaði hann sera hegnisliga bóltin í netið. Nakað seinni varð Barcelona skert til 10 mans, tá Sergio Busquets fekk sítt næsta gult, men Real fekk ikki gagnnýtt hetta. Og móti dystarenda vórðu eisini teir skornir niður í 10 mans, tá Diarra fekk reytt kort.