Tað hevur allan dagin ljóða, at ein handil er farin fram millum AC Milan og Paris Saint-Germain um svenska áleyparan, Zlatan Ibrahimovich og verjuleikaran, Thiago Silva.
Og í kvøld skriva so fleiri miðlar millum annað Sky Sports og danska Tipsbladet at sjálvur Silvio Berlusconi hevur váttað, at skiftið verður framt.
Prísurin fyri teir báðar leikararnar er umleið 500 milliónir krónur.
- Ja, eg havi selt Ibrahimovich og Silva til PSG. Harvið spara vit 1,1 milliard krónur komandi tvey árini, sigur Berlosconi.
Stjórin hevur fyrr í dag váttað, at PSG lá í samráðingum um teir báðar spælararnar.
Upplýst verður, at svenski áleyparin kravdi umleið 120 milliónir krónur um árið í løn.