Sunnudagin endar Premier League, men eftir tað byrjar kappingin um at fáa sær tann sterkasta hópin til komandi kappingarár.
Heimasíðan Tutto Mercato Web heldur seg vita, at svenski stórspælarin, Zlatan Ibrahimovic fer at tørna út fyri Chelsea komandi kappingarár. Zlatan hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum við franska høvuðsstaðarfelagið, Paris Saint Germain, og í góðum Zlatan-stíli hevur hann boðað frá, at eitt land, sum Frakland hevur ikki uppiborið at hava ein so góðan spælara, sum hann í sínari fótbóltsligu, og tí er sannlíkt, at hann ætlar sær til eina sterkari fótbóltsliga.
Tutto Mercato Web sigur seg eisini vita frá álítandi keldum, at Manchester City hevur bjóðað eina upphædd, sum svarar til 270 miljónir krónur í okkara peningi, fyri at ogna sær niðurlendska stórspælaran, Arjen Robben frá Bayern München. 31 ára gamli Robben hevur áður spælt við Chelsea í Premier League.










