Zlatan møguliga til Katar

Sáttmálin við PSG er við at ganga út, og nú fer hann møguliga at royna seg í Katar.

Zlatan Ibrahimovic hevur bara eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við PSG, og tað er framvegis ógreitt, hvar hann fer at spæla eftir at sáttmálin gingin út. Sjálvsagt eru leysasøgur at finna, og tær eru nú farnar at vinda upp á seg.


- Mín nú núverandi støða er nýggj fyri meg. Eg eri í hált við ein sáttmála, sum gongur út, og tað er nýtt fyri mær. Eg havi frælsið at gera sum eg vil, sigur Zlatan Ibrahimovic í samrøðu við goal.com.


Eitt, sum hevur verið frammi, er, at Zlatan møguliga fer at spæla í Katar. Vanliga tosar hann lítið um sína framtíð, men í samrøðu við franska blaðið l’Equipe avdúkar hann, at tað er ein møguleiki – serliga nú hann kennir væl forsetan í landinum, Nasser Al-Khelaifi.


- Eg havi gott samband við Nasser Al-Khelaifi og fólkið í Katar, men eg kann einki siga í verandi løtu. Lat okkum bara siga, at Katar er ein møguleiki. Eg njóti fótbóltin í løtuni og royni at gerast betri sálarliga og kropsliga. Eg njóti hvønn einasta dyst, og vit fáa at síggja, hvat hendir, sigur Zlatan við l’Equipe.


Tað eru nógvir pengar í katarskum fótbólti, og hetta hevur seinastu árini fingið fleiri kendar leikarar at royna seg har. Í løtuni eru spælarar sum Chico Flores, Vladimir Weiss og Xavi at finna í Qatars Star League, sum besta deildin eitur har.