Zlatan letur frætta frá sær

Sjónband: Avdúkar Zlatan her, at hann heldur fram í USA?

Zlatan hevur í eina tíð verið settur í samband við eitt skifti úr aftur amerikonskum fótbólti og LA Galaxy. Søgur hava verið um, at hann hevur verið á veg til italska AC Milan, har hann áður hevur spælt.


Herfyri skrivaðu Sky Sports og Expressen tó at hann helst fór at halda fram í LA Galaxy, har hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum og sigst trívast væl saman við familjuni.


Les eisini: Zlatan verður helst verandi


Í dag hevur Zlatan sjálvur lagt eitt sjónband á twitter, ið kann tulkast sum um at hann verður verandi í USA. Í sjónbandinum hoyrast røddir, ið siga, at hann skal vera á veg til Real Madrid, AC Milan og Manchester United.


Zlatan stendur sjálvur frammanfyri eitt LA Galaxy-búmerkið, og í tekstinum til sjónbandið skrivar hann ”MLZ, eg eri ikki liðugur við tykkum enn”. Hetta kann valla tulkast øðrvísi, enn at hann ætlar at halda fram har.


Zlatan Ibrahimovic er 37 ára gamal. Hann hevur sáttmála við LA Galaxy fram til 31. desembur 2019. Kappingarárið í MLS, sum besta deildin í USA eitur, byrjar aftur í mars 2019.

 

Umtalaða sjónbandið sæst omanfyri.