Zlatan ákærdur fyri doping

Fyrrverandi svenskur landsliðsvenjari er sannførdur um, at Zlatan Ibrahimovic nýtti doping, tá hann spældi í Juventus.

Fyrrverandi svenski landsliðsvenjarin í frælsum ítrótti, Ulf Karlsson, er sannførdur um, at Zlatan Ibrahimovic nýtti doping, tá hann spældi í Juventus.

- Hann tók 10 kilo uppá upp á seks mánaðir, eg haldi, at hann nýtti doping. Eg eri sannførdur um tað, sigur Ulf Karlsson við Nya Wärmlands-Tidningen. Tað var í samband við eina ráðstevnu um doping, at Ulf Karlsson segði sína meining um svensku stjørnuna.

 

Ulf Karlsson var sjálvur yrkisítróttarmaður í sekstiárunum og hevur játtað, at hann eisini nýtti dopingevni sjálvur.

 

Hóast nógvar royndir eru tiknar, so hevur ongin teirra nakrantíð prógvað, at Zlatan Ibrahimovic hevur nýtt doping.  Hann hevur tó eina fortíð í Juventus, sum ofta hevur verið undir illgruna fyri at geva sínum spælarum doping. Millum annað fekk ein lækni, knýttur at felagnum, 22 mánaðar fongsulsrevsing fyri skipaða doping av sppælarum.

 

Ulf Karlsson vísir á, at ein tílík øking í vekt og muskulmassa, sum Zlatan Ibrahimovic hevði, meðan hann var í Juventus, er ónátúrlig.

- Eg eri rímiliga vísur í, at ein ikki kann fara 10 kilo upp bara í muskulmassa, sigur hann og setir eisini spurnartekin við, um fótbóltsspælarar nýta so nógva tíð í styrkirúminum.