Zlatan ivast í landsliðnum

Størsta svenska stjørnan í dagsins fótbóltsheimi, Zlatan Ibrahimovic, sigur seg nú ivast, um hann spælir við landsliðnum eftir HM-endaspælið í summar. – Eg veit ikki veruliga, hvør støðan verður. Tað er nakað, sum vit mugu tosa um eftir HM-endaspælið, sigur hann við svenska Expressen. 27 ára gamli Ibrahimovic steðgaði annars á landsliðnum í 2007, eftir at hann gjørdist ósamdur við táverandi landsliðsvenjaran, Lars Lagerbäck.