Zlatan ikki glaður fyri undirlagið

Heimsstjørnan á svenska landsliðnum var ikki nøgdur við undirlagið á Tórsvølli, men vísur á, at Svøríki vann og tað var tað týdningarmiklasta.

 

Zlatan Ibrahimovic er ein tann størsta fótbóltsstjørnan, sum hevur spælt á føroyskari jørð. Svenski áleyparin var eisini munurin á liðnum í kvøld. Fyrst legði hann upp til 1-1 málið, fyri síðani sjálvur at skorað avgerandi málið til 2-1.

 

- Tað er óvanligt fyri meg at spæla á graslíki og tí sær tað út sum tað ger, sigur Zlatan.

 

Zlatan hevði eisini nøkur dundur skot, sum Gunnar Nielsen tó bjargði.

 

- Eg hevði nøkur skot, sum vit eitt sindur av hepni bundu fari í mál, sigur Zlatan.

 

Hann sigur eisini, at hann hevur spælt á graslíki fyrr, men ongantíð á einum líknandi undirlagið sum tí á Tórsvølli. Hann fegnast hinvegin um sigurin.

 

- Vit eru yrkisleikarar og vit eru tvungnir til at spæla hesum vøllinum. Vit gjørdu okkara og vunnu. Vit spæla á útivølli móti Føroyum og tað er ongin lættur dystur, sigur Zlatan víðari.

 

Svøríki hevur nú vunnið báðar teir fyrstu dystirnar í bólki C móti Kasakstan og Føroyum.