Zlatan: Guardiola er ein óbúgvin venjari

Zlatan Ibrahimovic sigur, at Pep Guardiola ikki er tann vánaligasti venjarin sum hann hevur havt, men at hann heilt greitt er tann mest óbúni

Rættuligt rok hevur verið eftir grannauppgerðina millum Manchester United og Manchester City sunnudagin. Fleiri leikarar og venjarar fóru eftir dystarlok mestsum til hendurs, og endin var, at hjálparvenjarin hjá Manchester City, Mikel Arteta, fór at bløða illa um andlitið, tá hann varð raktur av eini fløsku.

 

Og tað sær út til at rokið enn ongan enda hevur fingið. Í øllum førum er Manchester United leikarin, Zlatan Ibrahimovic, í dag úti við hvøssum atfinningum mótvegis Pep Guardiola, sum fyrr hevur verið venjari hjá svenska leikaranum í FC Barcelona. Zlatan Ibrahimovic hevur eisini fleiri ferðir fyrr latið illa at Pep Guardiola – millum annað í bókini hjá Zlatan.

 

Við italsku heimasíðuna Sky Italia, sigur Zlatan Ibrahimovic, at Pep Guardiola er tann mest óbúni venjarin, sum hann hevur havt.

 

-       Eg fortaldi Guardiola at hann offraði alt liðið í mun til Messi. Aftaná tað setti hann meg á bonkin í tríggjar dystir. Og aftaná tað hvørki tosaði hann við meg, ella hugdi uppá meg. Eg kundi gott fara inn í eitt rúm, og hann fór út. Um eg royndi at fáa samband við hann, fór hann onkra aðrastaðni. Trupulleikin við honum var, at hann ongantíð fekk loyst konfliktina. Tí haldi eg ikki at Pep Guardiola er tann vánaligasti venjarin sum eg nakrantíð havi havt, men heldur at hann er tann mest óbúni venjarin, sigur Zlatan Ibrahimovic.

 

Zlatan Ibrahimovic er fyri stuttari tíð síðani komin fyri seg aftur eftir ein drúgvan knæskaða, og kom á vøllin í seinna hálvleiki sunnudagin móti Manchester City. Dysturin millum Manchester United og Manchester City endaði við 2-1 sigri til Manchester City.