Svøríki verður ikki við til HM-endaspælið í summar, og avleiðingarnar av tí byrja longu at merkjast. Fyrsta avleiðingin er, at tann størsta svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic hevur sagt, at hann gevst á svenska landsliðnum.
- Eg havi altíð hildið tað verða ein stóran heiður at spæla fyri Svøríki, men í løtuni eri eg ikki motiveraður, eg fari nú at halga meg 100% fyri at gera mítt ítarsta fyri Barcelona. Landsliðið spælir ongan dyst av týdningi fyrr enn til komandi EM-undankapping í september, og at spæla nakrar neyðars venjingardystir er at spilla tíð og orku uppá nakað, sum ongan týdning hevur, staðfestir Zlatan.
Zlatan torir ikki at lova svenska fótbóltsalmenninginum, um hann aftur fer at spæla fyri svenska landsliðið. - Eg veit ikki hvat fer at henda í framtíðini, tað má tíðin vísa, segði Zlatan á einum tíðindafundi ígjár.