Árliga fótbóltsveitslan hevur verið í Svøríki í kvøld, har ársins leikarar vórðu kosnir. Ikki óvæntað varð Zlatan Ibrahimovic kosin ársins leikari. Hetta er 10. ferð hann verður kosin ársins leikari í Svøríki.
Zlatan hevur í ár vunnið Ligue 1, Coupe de France og Coupe de la Ligue. Við 19 málum gjørdist hann triðbesti málskjúttin í fronsku deildini kappingarárið 2014/2015.
Svenska fótbóltssambandið hevði fingið Luis Figo at handa Zlatan heiðurin í kvøld, og tað var 34 ára gamli PSG leikarin glaður fyri.
- Hetta var ein stórur heiður. Eg havi nógv góð minni saman við Luis Figo. Bæði tá ið vit spældu saman í Inter, og eisini tá ið hann umboðaði onnur lið. At síggja hann spæla var stórt, segði Zlatan á tíðindafundinum eftir veitsluna.
Tvær stórar uppgávur standa fyri framman hjá Zlatan saman við svenska landsliðnum, sum skal spæla tveir play off-dystir ímóti Danmark um at sleppa víðari til EM-endaspælið.
- Tað verða tveir finaludystur, har einans eitt lið sleppur víðari, men eg veit longu hvat lið tað verður, segði Zlatan við einum smíli í kvøld.










