Stóra svenska fótbóltslegendan, Zlatan Ibrahimovic hevur ikki bara havt stóran ítróttarligan framburð, síðani hann fór úr Malmø FF til Ajax Amsterdam um aldarskiftið. Talan er eisini um stóran fíggjarligan framburð fyri Zlatan hesi farnu 14 árini.
Zlatan er farin frá 2,4 miljónir krónur í ársinntøku , tá hann spældi við Ajax Amsterdam til 116 miljónir krónur í ársinntøku, nú hann hevur ein góðan sáttmála við franska høvuðstaðarliði, Paris Saint Germain.
Enska blaðið "The Daily Mail" hevur roknað seg fram til, at hesi farnu árini hevur Zlatan forvunnið eina upphædd, sum svarar til næstan 850 miljónir krónur í okkara peningi.
Inntøkan hjá Zlatan hesi farnu 14 árini sæst á hesum yvirlitinum :
- Ajax (2001-04), 2,4 miljónir krónur i ársløn
- Juventus (2004-06) 12,2 miljónir krónur i ársløn
- Inter Milan (2006-09) 83 miljónir krónur i ársløn
- Barcelona (2009-11)* 85,5 miljónir krónur i ársløn
- AC Milan (2011-12) 81 miljónir krónur i ársløn
- Paris Saint-Germain (2012 -) 116 miljónir krónur i ársløn
* Varð lántur út til AC Milan, kappingarárið 2010/2011.










