Tað er ikki fallið í góða jørð hjá svenska stórspælaranum, Zlatan Ibrahimovic, at fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá svenska landsliðnum í frælsum ítrótti, Ulf Karlsson hevur ákært Zlatan fyri doping.
- Zlatan tók 10 kg uppá í eitt hálvt ár, tá hann spældi við Juventus. Tað eigur ikki at lata seg gera. Eg eri sannførdur um, at Zlatan var dopaður, tí annars lat hetta seg ikki gera, hevur Ulf Karlsson sagt við svenskar miðlar.
Nú hóttir umboðsmaðurin hjá Zlatan, sum eitur Mino Raiaola við einari stevning til Ulf Karlsson, har kravt verður, at Ulf Karlsson tekur ákærurnar aftur. - Vit koma at saksøkja Ulf Karlsson. Eg eri ikki serfrøðingur innan svenska lóg, men vit hava ein svenskan sakførara á málinum, sigur Mino Raiaola við svenskar miðlar.
Mino Raiaola kemur eisini við einari breiðsíðu til Ulf Karlsson: - Tað finnast altíð fólk, sum hata. Møguliga er Ulf Karlsson ein fyrrverandi ítróttaríðkari, sum ikki fekk sítt gjøgnumbrot. Møguliga er Ulf Karlsson bara øvundsjúkur. Hann hevur, ið hvussu er gjørt eitt stórt mistak. Ulf Karlsson spreiðir lygnir, og lívið hjá Ulf Karlsson verður øðrvísi aftaná hetta, segði ein óður Mino Raiaola við svenskar miðlar.
Mino Raiaola sigur eisini, at Zlatan var kannaður fyri doping millum 15 og 20 ferðir meðan hann spældi við Juventus, og har var einki at koma eftir.
Mino Raiaola sigur, at Zlatan sjálvur tekur ikki ákærurnar so tungt. Hann er nógv meira harmur um, at hann brendi brotsspark ímóti Manchester City í Champions League fjórðingsfinaluni, staðfestir Mino Raiaola.