Tað gekk einki hjá italska toppliðnum Inter um vikuskiftið. Liðið hevði vitjan av Cagliari, og tað var um reppið, at gestirnir fóru við øllum trimum stigunum. Cagliari legði seg á odda í seinna hálvleiki, men eitt korter fyri leiklok bjargaði svenski álopsspælarin Zlatan Ibrahimovic Inter, tá ið hanns koraði til 1-1. Dysturin endaði við javnleiki, men Inter er framvegis væl á odda í italsku kappingini.